Tvey tónlistafólk hava í kvøld fingið gávugóðs úr privatum grunni, ið hevur til endamáls ”at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving”.
Tað eru Kári Bæk og Òlavur Gaard, sum hava fingið gávugóðs úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum. Tað er Tórshavnar Musikkskúli, sum hevur gjørt tilmæli um, hvussu pengarnir úr grunninum skulu býtast.
Kári Bæk hevur fingið stuðulin fyri sítt nýskrivaða verk, ið sambært grunninum vísir á ymiskleikan, sum er í tónleikaundirvísing. Òlavur Gaard hevur fingið heiðursgávu fyri sínar heilt serligu gávur. Stuðulin er ætlaður sum hjálp, nú ungi tónleikarin fer undir framhaldandi lestur í tónleiki.
Stuðulin varð latin á almennari samkomu í Reinsarínum í Havn í kvøld kl 17.00
Meir kann lesast um grunnin her.