Gaza-mótmælisfólk avbróta Harris fyri aðru ferð í eina viku

Harris hevur sagt, at hon stuðlar rættinum hjá Ísrael at verja seg, og tað hevur fingið øði í partar av hennara flokki.

Sum svar uppá órógvið hjá mótmælisfólkunum lovaði Kamala Harris, varaforseti, at hon og Joe Biden, forseti, arbeiða "døgnið runt" fyri at fáa vápnahvíld í lag. - Mynd: Alex Wong/Ritzau Scanpix

Fyri aðru ferð í vikuni hevur Kamala Harris verið avbrotin av pro-palestinskum mótmælisfólkum á einum veljarafundi.

Fyrru ferð var mikudagin í statinum Michigan, og í gjár varð rópt "frælst, frælst Palestina", meðan Harris talaði í Phoenix í Arizona.

Demokratiska forsetavalevnið og varaforsetin vendu sær síðani beinleiðis til mótmælisfólkini.

- Mín boðskapur hevur verið sera greiður: nú er tíðin komin til, at vit fáa vápnahvíld og vápnahvíldaravtalu í lag, segði Harris.

- Forsetin og eg arbeiða døgnið runt hvønn einasta dag fyri at fáa avtalu um vápnahvíld og at fáa gíslarnar heim, helt hon fram og legði afturat:

- So eg virði tykkara rødd, men vit eru her nú fyri at tosa um valstríðið í 2024.

Stríðið í Gaza er eitt evni, sum krevur, at varaforsetin stígur varliga.

Úr tí meira vinstrahallaða partinum av Demokratiska flokkinum hava fleiri víst vreiði um, at Harris hevur sagt, at hon stuðlar rættinum hjá Ísrael at verja seg.

Men hon hevur eisini lagt dent á, at sivilfólk skulu verjast.

Fyri stuttum boðaði Harris frá, at hon hevði sagt við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, at hon er "álvarsliga stúrin" um kríggið í Gaza.

- Vit kunnu ikki loyva okkum at gerast doyvd av líðingini, og eg fari ikki at tiga, segði Harris.

Samstundis hevur tjóðartrygdarráðgevin hjá varaforsetanum sagt, at hann tekur ikki undir við einum vápnaforboði móti Ísrael. Onkur mótmælisfólk hevur mælt til tað.

 

/ritzau/

 

Sum svar uppá órógvið hjá mótmælisfólkunum lovaði Kamala Harris, varaforseti, at hon og Joe Biden, forseti, arbeiða "døgnið runt" fyri at fáa vápnahvíld í lag. - Mynd: Alex Wong/Ritzau Scanpix