Japanski forsætisráðharrin, Naoto Kan, segði í kvøld, at myndugleikarnir eru farnir undir at flyta fólk burtur frá kjarnorkuverkinum í Fukushima. Orsøkin er, at kanningar hava víst, at geislavirknið í økinum rundan um verkið er átta ferðir størri enn vanligt.
Tíðindastovan Jiji skrivar, at í fyrsta umfari er avgjørt at flyta tey burtur, sum búgva minni enn 10 kilometrar frá verkinum.
Ein onnur tíðindastova, Kyodo, skrivar, at í einum eftirlitsrúmi inni á sjálvum verkinum er geislavirknið heilar 1.000 ferðir størri enn vanligt.
Nakrar tímar frammanundan høvdu myndugleikarnir annars sagt, at tey, sum búðu meiri enn tríggjar kilometrar frá kjarnorkuverkinum í Fukushima, kundu kenna seg trygg.