Gekk av skriðuni hjá Kjartani og Önnered í kvøld

Önnered vóru fyri greiðum tapi á útivølli í kvøld

Kjartan Johansen hevði fimm málroyndir, men tað eydnaðist honum ikki at skora fyri Önnered, ið tapti í bestu svensku hondbóltsdeildini á útivølli í kvøld. 

 

Önnered var og vitjaði Hallby. Heimaliðið vann 26-20. Tað var serliga avrikið í fyrra hálvleiki sum var minni gott hjá Önnered í kvøld.

 

Í steðginum var Hallby á odda 13-7. Nakað frægari gekk við málskjótingini hjá Önnered í seinna hálvleiki, men tíverri kom Kjartan ikki á máltalvuna fyri Önnered í kvøld.

 

Hóskvøldið 8. desember spælir Önnered á heimavølli móti Alingsås.

 

Sum stigatalvan vísir, so eru liðini hjá Kjartan og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í hvør sínum enda av stigatalvuni: 

 

STØÐAN

 

Nr                  LiðDystirVJT+/-Stig+/-
1 IFK Kristianstad12822353 - 3011852
2 IK Sävehof11812333 - 2911742
3 Ystads IF HF11812330 - 2891741
4 IFK Skövde HK10802307 - 2731634
5 Alingsås HK11623309 - 2931416
6 HK Malmö11623315 - 3021413
7 Hammarby IF HF11506328 - 323105
8 Eskilstuna Guif IF12507317 - 35110-34
9 IF Hallby HK12417316 - 3359-19
10 HK Aranäs12417312 - 3489-36
11 IFK Ystad HK11245295 - 3178-22
12 Lugi HF11308290 - 3096-19
13 Önnereds HK12309320 - 3636-43
14 Redbergslids IK11209299 - 3294-30