Gekk hálvnakin í miðbýnum í Havn

Ein ferðamaður var serstakliga óheppin

Mitt í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður gekk hálvnakin í miðbýnum í Havn og mól. Løgreglan fór at kanna málið, og tað vísti seg, at talan var um ein útlendskan ferðamann, sum var komin higar at ferðast.

 

Í Havn hevur hann leigað sær eini hús, men av órannsakiligum orsøkum hevði hann verið so óheppin, at hann hevði stongt seg sjálvan úti - í berum undirbuksum. Serliga óheppið var tað, tí tað var illsligt og kalt, so tað var ikki veðrið at ganga úti í ongum klæðum.

 

Løgreglan sigur, at tey fingu hjálpt manninum, og fingu útvega ein lykil so at hann slapp undir tak aftur og inn í varman.