Genta slapp væl frá ferðsluóhappi

Klokkan knapt seks í morgun misti ein ung genta tamarhaldið á bilinum og rendi inn í eitt stakitt, áðrenn bilurin fór út av vegnum í Søldarfir?i. Gentan var einsamøll í bilinum á veg suðureftir, tá hon í einum krøppum svingi misti tamarhaldið á bilinum. Hon koyrdi gjøgnum 30 metrar av stakitti, áðrenn hon rendi inn í reyvina á einum vørubili, og fór út av vegnum.

Løgreglan var skjótt á staðnum og kundi staðfesta, at eini sethús og ein hjallur høvdu fingið nakað av skaða. Bilurin var tó farin illa, og av løgreglustovuni verður sagt, at gentan var serstakliga heppin at sleppa uttan snuddir.

Hon gramdi seg um eitt sindur av høvuðpínu, og var flutt á landssjúkrahúsið við sjúkrabili, men tað var eisini tað einasta, sum at síggja til bagdi gentuni.