Talan er um gentur í aldrinum 10-13 ár, sum vanliga venja hvønn mikudag. Tó hava tær vant meira nú í sambandi við túrin. Navnið Kassia verður umtalað nakrar ferðir í Bíbliuni og merkir "Angandi børkur". Kassia verður nýtt til salvu og smyrsl.
Kassia skal syngja í Kristnastovu í Keypmannahavn fríggjakvøldið 24. februar kl. 20.00. Leygarkvøldið 25. februar kl. 20.00 syngja tær á eini musikkcafé í Glostrup Frikirke. Sunnumorgunin 26. februar kl. 10.30 verður sungið í Kristent Fællesskab í Rødovre, har tær eisini búgva, og sunnukvøldið 26. februar kl. 20.00 syngja tær á Hotel Tórshavn.
22 gentur eru við í ferðalagnum. Kórleiðarar eru: Charlotta á Váli Olsen, Brita á Váli Smith, Poula Sørensen, og Anna Maria E. Anthoniussen. Kári við Rættará er klaverspælari hjá kórinum, Ólavur á Váli Olsen spælir bassgittar og Anna á Váli Smith spælir cello. Sungið verður á føroyskum, donskum og enskum.
Saman við kórleiðarum og hjálparfólki verða tey umleið 30 í tali.
Kórið verður aftur í Føroyum mánadagin 27. februar.
Myndatekstur:
Frá 23. til 27. februar verður gentukórið Kassia á sangferð í Danmark