Finaluvikuskiftið hjá SÍ byrjaði illa, tá ið tríggjar av teimum níggju finalunum, sum felagið luttekur í, blivu taptar. Men nú, tá ið seks av teimum níggju finalunm, ið SÍ luttekur í, eru spældar, stendur væl betri til hjá sørvingum.
Júst sum í finaluni hjá Gentur 12, so vóru tað SÍ og TB, ið hittust. Og enn einaferð vann SÍ, og enn einaferð við sama settúrsliti - 2-0. Settúrslitini vóru 25-14 og 25-18 til SÍ.
Tískil hevur SÍ nú vunnið tríggjar steypafinalur á rað.
Næsta finalan byrjar nú klokkan 15.30, tá ið SÍ og Fleyr bresta saman. Aldursbólkurin eitur Mansunglingar.