Georg og Reidar á sambandslistanum

Sjónvarpsmaðurin Georg L. Petersen og fyrrverandi strandferðslustjórin Reidar Nónfjall stilla upp fyri Sambandsflokkin Í annaðkvøld hevur valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy uppstillingarfund, men tvey av nøvnunum eru longu nú greið.

Talan er um sjónvarpsmannin George L. Petersen og handilsskúlastjóran og fyrrverandi strandferðslustjóran Reidar Nónfjall.

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, sigur við Norðlýsið, at áhugin fyri at sleppa at stilla upp fyri flokkin er stórur.

-Í løtuni arbeiða vit við at styrkja kvinnuliga partin, og spennandi verður at vita, hvussu endaligi listin kemur at síggja út, sigur floksformaðurin við blaðið.