Fyrrverandi amerikanski forsetin George H.W. Bush er í løtuni innlagdur í einum sjúkrahúsi í Houston, har hann fær viðgerð fyri sjúku. Tað skrivar BBC.
Sambært eini fráboðan frá familjuni hjá 41. forsetanum, so er 93 ára gamli George H.W. Bush vorðin sjúkur, men fær neyðuga viðgerðina. Fyrrverandi forsetin bleiv innlagdur sunnumorgunin.
George H.W. Bush røkt sessin sum forseti frá 1989-93 og er pápi George W Bush, 43. forsetan, ið sat í embætinum frá 2001 til 2009.
Tað er bara ein vika síðan, at Barbara Bush, kona George H.W. Bush, doyði, og varð hon jarðað leygardagin. Barbara Bush er einasti amerikanska kvinna, ið hevur verið gift við og mamma at einum amerikanskum forseta.