George Michael aftur handtikin

George Michael varð handtikin sunnumorgunin í London fyri at hava rúsevnir í bili sínum. Hetta lógarbrot kann hava upp til tvey ára fongsulsrevsing við sær.



Rúsevnir
 
Enn einaferð er bretski poppsangarin og ikonið George Michael endaður í geglinum. George Michael varð sambært Ekstra Bladet handtikin í Hyde Park í gjáramorgunin, tá hann sat og svav í bili sínum. Í bilinum fann løgreglan rúsevni.
 
Talan var sambært løgregluni í London um rúsevni í c-flokkinum. Hetta eru veik rúsevnir sum hasj, sovitablettir ella pínutablettir. Hetta slagið av rúsevnum kann sambært www.eb.dk geva upp til tvey ára fongsulsrevsing. Sunnudagin seinnapart slapp George Michael út, aftan á at hansara sakførarar høvdu goldið trygdina.
 
George Michael hevur selt yvir 80 milliónir plátur, og var í 80 árunum og 90 árunum eitt tað størsta navnið í poppheiminum.
 
Hetta er aðru ferð, at George Michael verður handtikin. Fyrstu ferð var, tá hann varð tikin fyri at hava kynsligt samband við ein løgregluamnn á einum vesi í eini park í San Fransisco í 1998. George Michael segði, at løgreglumaðurin lokkaði hann, og í eini sending hjá David Letterman í 2002 segði George Michael, at løgreglumanninum hevði dámt upplivingina væl. Hetta fekk løgreglumannin at leggja sak ímóti George Michael og krevja 75 milliónir dollarar fyri strongdina, ið hetta hevur havt við sær. Hesum spurdist tó ikki so nógv burturúr.