Georgia biðið USA um hjálp

Georgia hevur biðið USA um flogfør, sum kunnu flyta georgiskar hermenn úr Irak, so teir kunnu fara í bardaga í Suður-Ossetia Georgia hevur gjørt av at taka 1.000 hermenn heim úr Irak, og amerikanska uttanríkisráðið váttar í kvøld, at USA hevur fingið áheitan um at lata flogfør til at flyta hermenninar.

Ein talsmaður hjá uttanríkisráðnum í Washington sigur, at USA hevur ikki tikið støðu til áheitanina enn.

Amerikanski forsetin, george W. Bush, heitti í dag á teir stríðandi partarnar um at binda frið alt fyri eitt.

Vesturlendskir diplomatar í Georgia siga, at tað hava verið fleiri loftálop í dag, og Georgia hevur lagt russisk flogfør undir at hava bumbað mál í Georgia.