Ger ikki ov nógv av

Búgvi Róin biðjur fólk ansa eftir, ikki at gera ov nógv av, tá tey hampa í urtagarðinum um heystið.

Summarið er farið, heystið er komið, og litirnir í urtagarðinum eru farnir at fána eitt sindur. Vekk eru vársins frísku litir og summarinnar angi. Men soleiðis skifta árstíðirnar, og vit vita øll, at komandi vár fer aftur at spretta um bø og ong og urtagarð.

 

Vit hava spurt Búgva Róin frá gartnari.fo, um hvussu ein um heystið fyrireikar urtagarðin til várið aftur kemur.    

 

Lyklaorðið tykist vera ikki at gera ov nógv av. Vøksturin er um at missa lívskraft sína, nú heystið er komið, og plantur, runnar og trø tola kanska ikki líka nógv hesa ársins tíð, sum annars. Tað tykist týdningarmikið at lata náttúruna sleppa at ganga sína gongd, og ikki putlast ov nógv við tað, sum veksur í urtagarðinum. Fyri at fáa ein góðan urtagarð, krevst fyrst og fresmst tol.

 

Tó so, okkurt er, sum er skilagott at minnast til.

- Staudirnar mugu fáa frið at følna, áðrenn tú gert nakað við hana. Lat tær følna heilt niður, so kraftin fer úr bløðunum og niður í rótina aftur. So verður rótin stór og sterk til komandi summar, sigur Búgvi Róin frá gartnari.fo.

 

- Tað er skilagott at verja moldina um rósur og annan líknandi vøkstur. Legg okkurt omanyvir, sum til dømis gran.

 

Ein feilur, sum Búgvi sigur, at nógv gera, er at tey sláa grasplenuna ov tætt, ov seint.

- Grasplenan skal ikki sláast heilt niður. Annars fer hon at gulna. Trupulleikin er, at nógv fólk hava sláimaskinur við einans einari innstilling, heldur enn góðar, eitt sindur dýrari, sláimaskinur. Men um ein ynskir ein veruliga vakran urtagarð, so má ein gjalda fyri røttu amboðini, sigur Búgvi Róin.

 

Hetta er ein góð tíð at taka ókrút, sigur Búgvi Róin eisini. Tað er kanska serliga túnið, sum ein eigur at hygga at. Minst til, at tað ókrútið tú tekur nú, mást tú ikki taka umaftur í vár. Men her er eingin skjót loysn.

- Tað besta er at lúka við hond. Eitt gott rívijarn og so at seta seg at lúka. Tað tekur tíð, men tað gevur besta úrslitið, sigur Búgvi Róin.

 

Um ein hevur stór trø, so mugu tey eisini varðveitast.

- Um tey eru stór og teimum tørvar at vera skorin, ring so vinaliga til ein gartnara. Verður eitt stórt træ skorið skeivt, so er sjótt at tey taka skaða av tí og doyggja. So bið um hjálp. Annars er tað skilagott, at bróta av tær greinar, sum kunnu hugsast at fara i einum stormi í vetur. Her er vert at hava í huga, at trø, sum eru grøn alt árið, ofta hava veikari greinar enn tey, sum eru nakin um veturin.

 

- Um tú hevur ein kliptan hekk, klipp hann so fyri seinastu ferð nú.

 

Búgvi Róin er upptikin av, at fólk fara væl um amboð síni.

- Ger amboðini klár til veturin. Tak tey inn, reinsa tey og smyr tey, sigur hann. Tað er so nógv lættari at gera okkurt, um amboðini eru í lagi.

 

- Lat annars vøksturin fáa frið. Ikki flyta runnar og trø í tíð og ótíð, sigur Búgvi Róin. Etableringsaldurin hjá einum runni liggur ofta um eini tvey, trý ár. Í hesi tíðini má hann fáa frið at vaksa, hóast tað kann tykjast, at lítið hendir. Tí sum sagt, fyri at fáa ein góðan urtagarð, krevst fyrst og fremst tol.

 

Tjek-listi

- Gev tol

- Tak amboðini inn

- Verj moldina um rósurnar

- Slá ikki grasplenuna ov tætt

- Lúka ókrút

- Fá runnar og trø skerd

 

Vit vóru eisini ein lítlan túr uppi á MBM og spurdu, hvussu ein tekur sær av urtagarðsamboðunum um veturin.

- Tak tey inn um veturin. Amboðini mugu standa eitt turt stað.

- Tappa bensin og líknandi av amboðunum. Annars er vandi fyri, at tangin irrar í vetur.

- Tøm karburatorin.

- Reinsa amboðini væl

- Smyr teir partar av amboðunum, sum smyrjast kunnu.