Ger mat til stjørnurnar

- Tað er ikki óvanligt, at eg má berja meg ígjøgnum fjepparaskarar, fotografar og journalistar, tá eg skal til arbeiðis, sigur 32 ára gamli Bjarni Mortensen, sum er kokkur og leiðari á Hotel d´Angleterre í Keypmannahavn. Hann syrgir fyri, at stórar stjørnur fáa bestu tænastuna, og tað kann eisini merkja at eftirlíka sermerktar umbønir

- Hetta er eitt heilt serligt arbeiðspláss, og eg hitti fleiri av teimum kendastu stjørnunum, ímeðan eg arbeiði. Men tað venur mann seg skjótt við. Soleiðis sigur Bjarni Mortensen, sum arbeiðir á einum av teimum flottastu og dýrastu hotellunum í danska ríkinum. Umframt kokkur er hann eisini souschefur á tí kenda Hotel d´Angleterre, sum liggur á Kongens Nytorv og hevur fimm stjørnur.
- Tað at hotellið er fimmstjørnað og kent fyri mat og tænastu á høgum støði hevur stóra ávirkan á mín arbeiðsdag. Gestirnir fáa bara tað besta av tí besta, og einki má ganga galið. Tað er partur av míni uppgávu sum souschefur at syrgja fyri, at vit levera bestu kundatænastuna í Keypmannahavn, sigur Bjarni Mortensen.

D´Angleterre av tilvild
Bjarni Mortensen, sum er av Norðasta Horni í Havn, arbeiðir dagliga á vakra og eyðkenda hotellinum á Kongens Nytorv. Tað var tó rættliga tilvildarligt, at hann av fyrstantíð kom á Hotel d´Angleterre.
- Eg vildi hava eina útbúgving sum matstovukokkur, og tí var eg í Aalborg á einum grundskeiði í hálvt ár. Tá eg skuldi finna mær lærupláss, fór eg í ein dag til Keypmannahavnar. Eg var á Radisson SAS og spurdi um lærupláss, og á veg aftur á Hovedbanagarðin hugsaði eg, at eftirsum eg var í Keypmannahavn, kundi eg tað sama fara inn á Hotel d´Angleterre og spyrja, um tey høvdu eitt lærupláss til mín, greiðir Bjarni Mortensen frá. Hann var heppin og fekk at vita, at hann kundi byrja sum lærlingur alt fyri eitt.
Tey fýra árini, Bjarni Mortensen var í læru á einum av tí besta hotellinum í Danmark, vóru ein spennandi tíð fyri Bjarna Mortensen. Og avbjóðingarnar vóru ikki so fáar.
- Har var nógv at læra fyri ein lítlan mann úr Føroyum, heldur Bjarni Mortensen skemtiliga fyri og sigur víðari:
- Líka mikið hvat, so var bara eitt svar góðtikið av leiðaranum í køkinum, og tað var “ja takk”. Um tú svaraði okkurt annað, so bleiv rópt og brølað í høvdið á tær. Tónin var harður, men samstundis erligur og konstruktivur. Alt tað vandi eg meg skjótt við og lærdi, at eg ikki skuldi taka tað persónligt, sigur Bjarni Mortensen.
Sum kokkur skalt tú millum annað vera nærlagdur og árvakin. Tað lærdi Bjarni Mortensen, tá hann hevði eina heilt serliga uppliving í lærutíðini.
- Einaferð gav eg einum manni, sum ikki toldi egg, ein burgara við majonesu í. Tað, sum eg ikki visti, var, at egg eisini er í majonesu. Maðurin át eitt sindur, áðrenn hann bleiv varugur við majonesuna. Hann tók so tablettir alt fyri eitt og eg fekk at vita, at ein sjúkrabilur stóð standby, tí tað kundi blíva heilt álvarsamt. Har hendi so einki, men tá bleiv eg bangin og ikki sørt kløkkur.

Altíð høgt støði
Tá lærutíðin var liðug í 2009, fekk Bjarni Mortensen fast starv sum kokkur og bleiv seinni eisini souchefur á Hotel d´Angleterre. Sum kokkur og souschefur ger hann mat til gestir á hotellinum og eisini starvsfólkini, sum eru umleið 80 í tali. Harafturat hevur hann tveir kokkar og tveir lærlingar undir sær og skal syrgja fyri innkeypi av mati til hotellið. Arbeiðsdagurin byrjar klokkan 05.30 og endar um 15-tíðina.
- Eg avgeri fyri so vítt sjálvur, hvussu eg arbeiði og kann laga arbeiðstíðirnar eftir, hvussu nógvir gestir eru á hotellinum, sigur Bjarni Mortensen, sum vísir á, at arbeiðið er rættiliga avbjóðandi og krevur nógv av honum, tá hann er til arbeiðis.
- Størsta avbjóðingin er, at eg havi ábyrgdina av, at vit altíð halda tað høga støðið, sum hotellið er kent fyri. Tí skal eg eisini halda vakið eyga við fólkunum, sum arbeiða undir mær, og stóla uppá, at tey gera arbeiðið líka gott, sum ein sjálvur hevði gjørt, fortelur Bjarni Mortensen.
At hotellið er fimmstjørnað og verður nógv vitjað av vælhavandi vinnulívsfólkum og øðrum, sum ikki mangla pengar, sæst aftur í eitt nú matinum, sum Bjarni Mortensen stendur fyri.
- Til dømis hava vit eina a la carte matarskrá, har bara eggjarættir eru á. At byrja við spurdi eg meg sjávan, hvør í verðini etur til dømis speilegg við foi gras til morgunmat, men eg kann bara ásanna, at tað gera fleiri av teimum, sum koma her, sigur Bjarni Mortensen og hevur hug at flenna.

Morgunmatur við stjørnunum
Tá Bjarni Mortensen er til arbeiðis, er ikki óvanligt, at hann hittir kend fólk innan vinnulív, sjónleikarar, sangarar og onnur kend.
- Tey eru her í heilum. Eg havi nokkso nógv við roomservice at gera, so eg fái ofta løgnar listar við ymsum mati og øðrum, sum tey vilja hava upp á kamarið. Og ja, eg skal so vítt møguligt uppfylla tey krøvini, tey nú einaferð kunnu hava, fortelur Bjarni Mortensen og vísir á eitt dømi, tá Bruce Springsteen og fylgi herfyri búðu á hotellinum.
- Hvønn morgun skuldi ein hálvur litur av blandaðum berum niðan á tað eina kamarið. Eisini bleiv biðið um ávís sløg av appilsinum, ein blendara og ein mikroovn. Tí mátti eg so syrgja fyri, fortelur Bjarni Mortensen og sigur, at tey kendu fólkini ofta leggja dent á, at alt er vistfrøðiligt og fyrsta floks vørur.
- Tað skal bara ikki vera vanligt, sigur Bjarni Mortensen.
Javnan fær hann møguleika at hitta stjørnurnar, tá tær koma í morgunmatarhølini.
- So seint sum í seinastu viku sótu Yoko Ono og sonurin og ótu morgunmat her. Annars eru tað ikki øll av hesum kendu, sum tíma at koma oman til morgunmatin, men sita bara í staðin á kamarinum, har tey fáa alt serverað, greiðir Bjarni Mortensen frá. Hesa tíðina, hann hevur starvast á Hotel d´Angleterre hevur hann millum annað hitt Roger Moore, Uma Thurman, Caroline Flemming og nógv nógv onnur.
- Tað er avmarkað, hvat tú kanst práta við tey um, tá tey koma til morgunmatin, men vanliga sigi eg einki, uttan so at tey sjálv taka stig til at práta. Sum oftast spyrja tey okkurt um hotellið ella matin, og so verður prátað eitt sindur út frá tí.

Millum journalistar og fjepparar
Tað kemur ofta fyri, at ein riðil av fólki stendur uttanfyri dyrnar á kenda hotellinum, har Bjarni Mortensen hevur sína dagligu gongd.
- Tá onkur kendur persónur býr hjá okkum, kann rættiliga fitt av fólki standa uttan fyri við vónini um, at tey sleppa at heilsa upp á sína fyrimynd. Onkuntíð havi eg verið noyddur at troðka meg framat fyri at sleppa inn til arbeiðis, greiðir Bjarni Mortensen frá.
Eisini fjølmiðlafólk eru íðin at fáa myndir og viðmerkingar frá altjóða stjørnum, sum vitja á hotellinum.
- Eg má siga sum er, at eg skilji tað ikki ordiliga. Fyri meg eru tey bara púra vanlig fólk júst sum tú og eg. Eg gerist ofta bilsin av øllum rokinum, sum kann vera uttanfyri høvuðsinngongdina, tá onkur stjørna býr her. Ofta gera tey kendu lítlan hóvasták burtur úr, men tað eru fjeppararnir og fjølmiðlarnir, sum blása alt upp og halda gang uttanfyri, sigur Bjarni Mortensen.
Nógv verður gjørt burtur úr trygdini á Hotel d´Angleterre í sambandi við forsetavitjanir, ella tá onkur kongalig búgva á hotelinum.
- Onkuntíð eru nógvir lívverjar á hotellinum, og tá verða øll – eisini vit starvsfólk- kannað, bæði tá vit koma til arbeiðis, og tá vit fara avstað aftur. Í slíkum førum eru journalistarnir ofta svangir eftir viðmerkingum ella upplýsingum, at teir kunnu finna upp á at spyrja meg um eitthvørt, tá eg komi og fari frá hotellinum, sigur Bjarni Mortensen og ristir við høvdinum.

Droymir um Føroyar
Bjarni Mortensen hevur nú í nøkur ár búð í Danmark, og hann trívist væl á Hotel d´Angleterre.
- Tað er eitt gott arbeiðspláss. Eg eri har ikki, tí at tað er Hotel d´Angleterre, men av tí at mær dámar tað arbeiðið, sum eg geri har. Harafturat eru arbeiðstíðirnar soleiðis, at eg kann brúka tí saman við familjuni, so tað passar mær sum heild væl at vera á hotellinum júst nú, sigur Bjarni Mortensen, sum tó ikki hevur slept Føroyum heilt, hóast tey í løtuni ikki hava ítøkiligar ætlanir um at flyta til Føroya.
- Eg havi ein dreym um at gera okkurt innan mat til bæði matstovuídnaðin og vanliga føroyingin. Her hugsi eg um at dyrka grønmeti og rótfruktir av ymsum slagi, fortelur Bjarni Mortensen og leggur afturat:
- Men tað krevur nógva tíð, orku og pengar, áðrenn tað kann mala runt, so tað verður ivaleyst ikki í nærmastu framtíð.
Til ta tíð er hann á vakra, kostnaðarmikla hotellinum og syrgir fyri, at alheims stjørnur, sum vitja Danmark, fáa besta matin og bestu tænastuna.




Faktaboks:
Navn: Bjarni Mortensen
Aldur: 32
Útbúgving: Kokkur
Starv: Souschef á Hotel d´Anglaterre

Um Hotel d´Angleterre:
Hotellið lat fyrstu ferð upp í 1755 við 90 kømrum. Síðani er tað umbygt í fleiri umførum. Í 2011 yvirtók Remmen Fonden hotellið frá íslendsku eigarunum. Sama ár byrjaði stór umbygging av hotellinum, og tey fyrstu 35 umvældu kømrini blivu tikin í nýtslu fyri góðum tveimum mánaðum síðani.
Millum mongu stjørnurnar, sum hava búð á hotellinum eru Bill Clinton, Madonna, Ozzy Osbourne og Oprah Winfrey.