Ger nú størstu íløgu í ítrótt í Havn nakrantíð

– Og nú verður hon enn størri enn upprunaliga ætlað og hon skal verða ein depil fyri allar borgarar í Havn

– Hetta er størsta einstaka íløgan í ítrótt í Havn nakrantíð. Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, nú býráðið í Havn enn eina ferð hevur umrøtt málið um at gera nýggja svimjihøll í Gundadali við 50 metra langhyli.

 

Og úrslitið var, at nú hevur Tórshavnar Býráð samtykt at gera svimjihøllina enn størri enn upprunaliga samtykt, og samstundis skal hon hava enn fleiri hentleikar, enn upprunaliga ætlað. Svimjihylurin fer at kosta einar 100 milliónir krónur, kanska meiri og býráðið upplýsur, at gongs sum ætlað, verður farið undir byggingina á sumri í 2020.

 

Upprunaliga skuldi langhylurin hava átta geilar til kappsvimjingar, og verða tilsamans 21 metrar breiður. Men nú hevur býráðið samtykt at hann skal hava 10 geilar til kappsvimjingar og verða 25 metrar breiður.

 

– Hetta merkir, at vit fáa heilt aðrar møguleikar, siga býráðslimir í Havn. Tað merkir nevniliga, at hylurin kann býtast upp í fleiri deildir, og brúkast til kappingar, bæði eftir longdini, og eftir breiddini. Samstundis kann ein partur av honum brúkast til kappingar, samstundis sum at restin av hylinum verður brúktur til almenna svimjing. Harafturat verða pláss til áskoðarar, tá ið kappingar eru.

 

Samstundis er samtykt at gera hylar við serliga heitum vatni, bæði innandura og uttandura, sum eru avbera góðir til smábørn, umframt at teir eru ætlaðir til at vera vælveruhylar til fólk við gikt og øðrum veikleikin, ella til fólk, sum bara vilja njóta lívið eina løtu í einum heitum hyli.

 

Býráðslimir leggja nvniliga stóran dent á, at hylurin skal ikki bara vera til kappsvimjingar. Hann skal vera ein svimjihøll, og ein vælverudepil til vanliga fólkið, og umframt heitu hylarnar, verða eisini onnur vælverutilboð í høllini, eitt nú varð nevnt, at har skulu vera infrareytt hitarúm, sum eisini er serliga gott til fólk við giktapínu og aðrari pínu.

 

Almenningurin skal hava so góða og bíliga atgongd sum yvirhøvur gjørligt til nýggju høllina, eru býráðslimir á einum máli um.