Klaksvík:
Unn Baldursdóttir hevur havt áhuga fyri seyming, síðani hon var smágenta. Hon minnist aftur á, at hon plagdi at sita upp yvir langommu sínari, meðan hon seymaði. Langomma Unn var tiltikin dugnalig at seyma.
? Eg minnist, at eg plagdi at gleða meg til eg bleiv størri, so kundi langomma læra meg at seyma, greiðir Unn frá.
Hon seymar ikki nógv fyri onnur, men tað hevði hon væl kunnað hugsað sær. Tað er bara ikki vorðið til tað enn. Og tann stóra framtíðar ætlanin er, at hon skal fara á sniðgevara skúla. Tað skal helst vera onkra aðrastaðni enn í Danmark.
Alt er móti
Tá prátið fellur inn á móta, hevur Unn greiða meining um, hvat tað er fyri nakað. Hon heldur, at mótin í dag er fínur, tí alt er loyvt.
? Mær dámar væl 60´ 70´og 80´ ara mótan, og ein sær eitt sindur av øllum aftur í dag. Kanska serliga mótin úr 80´unum er á veg fram aftur, so hann er serstakliga spennandi, sigur hon.
Unn seymar ikki øll síni klæði. Hon keypir eisini ofta vanlig klæði til sín sjálvs. Men sjálv sigur hon, at hon kennir seg betur í klæðum, sum hon sjálv hevur seymað. Stílurin hjá Unn er nakað "flipputur", sum onkur vildi sagt, við løgnum samansetingum í litum, sniði og so framvegis. Men henni klæðir tað, og hon kennir seg væl í teimum.
Hon sigur, at hon ofta hevur fingið skotið í skógvarnar, at tað ikki er føstulávint, tá hon skal ein túr í býin ella okkurt annað serstakt, har hon sjálv hevur gjørt sær eitt sett at fara í.
MTV
Unn veit væl, at hennara stílur er serstakur, og at summi undrast á hann. Men haraftur ímóti, so rennur hon seg sjáldan í persónar, sum eru í líka klæðum sum hon.
Serliga í fyrstuni, tá hon byrjaði at seyma klæðir, fekk sín íblástur frá MTV.
? Har er altíð okkurt smart og annaðleiðis at heinta, sigur hon við einum smíli.
Unn vil fegin læra meira innan sniðgeving, tí hon heldur seg ikki duga nóg væl at tekna mynstur og annað. Og tað er tað, sum hon vil læra nú, tí hon heldur, at tá tað kemur til sjálva seymingina, hevur hon grundina.
? Grundarlagið við at tekna og sniðgeva manglar mær, og sum eg havi skilt, so er tað eitt krav fyri at kunna koma inn á skúla, so tað verði eg noydd at gera meira við, um eg skal gera mær nakrar tankar um at koma inn á skúla, sigur hon.
Eingangsklæðir
Unn sigur, at klæðini, sum hon seymar aloftast eru eingangsklæðir. Tað vil siga, at hon sjáldan fer í tey fleiri ferðir.
? Tá eg skal okkurt, seymi eg til mín sjálvs, ístaðin fyri at fara út at leita eftir onkrum. Men eg hyggi ofta at klæðum í handlum, fari so og keypi toy og so seymi eg okkurt líknandi sjálv við egnum sermerkjum á, sigur hon.
Unn hevur onkuntíð seymað fyri onnur, men tað er ikki nakað, sum hon hevur gjørt nógv við. Hon greiðir frá, at hon seymaði ein búna til ein tónleikara, sum skuldi framføra til Prix Føroyar.
? Tað var spennandi, eg seymaði ein indianarabúna til hansara. Og eg slapp at brúka mítt egna hugflog, so tað dámdi mær væl, sigur Unn. Men hon heldur samstundis, at mamma hennara fekk nóg mikið av øllum ta tíðina, tí alt húsið fleyt í toyið, perlum og øðrum , sum Unn nýtti til búnan.
Foreldur hennara stuðla annars Unn fult í hennara ítrivi. Tey siga, at hetta er ein gáva, sum Unn hevur fingið, og tey taka tað sum eina sjálvfylgju, at hon fær pláss og tíð til at dyrka hana.
Unn gongur á FHS á Kambsdali, og hon hevur ikki endaliga tikið avgerð, um hon fer víðari á HH ella fer at leggja seg meira eftir at náa dreymi sínum um sniðgevaraskúla.
? Fyrst skal eg bara hava FHS afturum, so fáa vit at síggja, sigur 20 ára gamla Unn Baldursdóttir.