Tað var boðskapurin hjá Øssuri Winthereig, fyrrverandi tíðindaleiðara í sjónvarpinum, tá hann fríggjakvøldið gjørdi viðmerkingar til søluna av Dimmalætting í Degi og Viku.
Øssur Winthereig segði, at man í 130 ár hevur elskað bløð, og at hesin alskur var orsøk til, at bløðini eru komin út. Nú ger man tað, tí man skal tjena pengar, nú tosar man um íløgur og inntøkur, segði Øssur.
Fyrrverandi tíðindaleiðarin í sjónvarpinum roknar við, at Dimmalætting fer at leggja seg meira eftir internetinum, at fyritøkan soleiðis fer at breiða seg frá gamla pappírinum til internetið, til fartelefonina - og ja, kanska eisini til eina útvarpsstøð.
Ja, um Dimmalætting ger tað sama sum Sosialurin við einum blað, einum Miðlahúsi við fundum og tiltøkum, við Portalinum og við útvarpsstøðini Rás2, ja, so er Dimmalætting á vinnarakós, heldur altso Øssur Winthereig.