Tað verður eingin útbúgving til journalist, sett á stovn í Føroyum. Í hvussu so er, eru ongar ætlanir um tað nú.
Tað ger Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, greitt.
Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um nøkur ætlan er um at setae eina útbúgving í journalistikki á stovn í Føroyum.
Jenis av Rana svarar stutt og greitt, at tað er tað ikki.
Men hann sigur, at endamálið er at fáa slíka útbúgving í lag, tá ið allir partar eru til reiðar til tað, sum hann málber seg.
Og hann leggur eisini afturat, at skuldi tað hent, at Fróðskaparsetrið vil sleppa undir eina útbúgving í journalistikki, fer hann sjálvandi at viðgera hetta við vælvild.
Landsstýrismaðurin heldur eisini, at tað er hugsandi, at hetta hevði verið ein gagnlig útbúgving at sett á stovn, men hetta má leggjast inn í eina langtíðarætlan hjá Fróðskaparsetrinum.
Og talan kann ikki verða um at seta eina slíka útbúgving á stovn, fyrr enn Fróðskaparsetrið er til reiðar til tað, og tá Løgtingið er til reiðar at játta peningtil endamálið.
Jenis av Rana heldur eisini, at verður ein slík útbúgving sett á stovn, skal tað vera á Fróðskaparsetrinum, tí har eru fleiri aðrar útbúgvingar, sum ein útbúgving í journalistikki kann fáa nyttu av, eitt nú undirvísing í føroyskum máli og føroyskari søgu.
Annars hevur verið nevnt, at ein útbúgving í journalistikki kann vera á Glasi, men tað er Jenis av Rana ikki samdur í, tí hann heldur, at nu skal Glasir fáa frið at finna sín egna leist.