Samstarv
Nú tekur Tvøroyrar Kommuna enn einaferð stig til at fáa kommunurnar í Suðuroynni at samstarva.
Býráðið hevur meiri enn einaferð roynt at fáa gongd á arbeiðið at leggja alla Suðuroy í eina kommunu, men tað hevur higartil verið til fánýtis.
Men nú roynir Býráðið á Tvøroyri so at fáa eitt tættari samstarv ímillum kommunurnar, uttan at leggja saman.
Í tí sambandi hevur býráðið á Tvøroyri boðsent øllum hinum seks kommununum í oynni á fund um mánaðarskiftið.
Á tí fundinum skulu kommunurnar vita um tað er grundarlag fyri at endurskipa felagskommunala samstarvið í Suðuroynni.
Síðst í áttatiárunum ella fyrst nítiárunum høvdu kommunurnar í Suðuroy eina felagskommunu, men tað var heilt skjótt, at ósemja tók seg upp, so tað samstarvið datt niðurfyri aftur eftir heilt fáum árum.
Fyri nøkrum árum síðani royndi Tvøroyrar Býráð at endurskipa hetta felagskommunala samstarvið, men tá vildu vágbingar ikki.
Og nú roynir Tvøroyrar Býráð so enn einaferð.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at hann hevur fingið áheitanir frá øðrum kommunum um at royna at endurskipa felagskommununa og teimum áheitanunum ætlar hann at fylgja.
Hendan royndin hjá Tvøroyrar Býráð kemur beint í hølunum á eini roynd hjá Vágs Býráð at skipa ein Suðuroyarbólk, sum fer at hava áleið sama endamál sum ein felagskommuna.
Býráðið í Vági hevur samtykt at taka stig til at setovna ein slíkan bólk og í løtuni situr ein víðkað fíggjarnevnd hjábýráðnum og ger uppskot til arbeiðssetning og reglugerð hjá einum slíkum bólki.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági vónar, at ætlanirnar hjáVágs Býráð og Tvøroyrar Býráð, kunnu samansjóðast.