Í samband við at nýggj sandoyarferja verður smíðað, er neyðugt við um- og útbygging av teimum havnarløgum, har ferjan skal leggja at. Samlaði kostnaðurin av hesum fer at liggja um 20 milliónir krónur.
Í Hesti verður havnin dýpt, og nýggj atløgusíða
verður gjørd. Atløgusíðan verður gjørd vinkulrætt inn
á grótkastið. Tað vil siga, at hon fer at liggja framvið landi. Mett verður, at kostnaðurin av hesumpartinum av verkætlanini fer at liggja um tíggjumilliónir krónur, sigur Signar Heinesen á
havnardeildini hjá Landsverkfrøðinginum.
Á Gomlurætt er eisini neyðugt við útbygging, nú
nýggja ferjan skal loysa Trónd gamla av. Hendan nýggja ferjan er størri enn Tróndur og hevur eisini kúlustevni, sum ger, at ávísar broytingar skulu gerast uppi á landi.
Bilskráin - tað, sum í vanligari talu verður nevnt
rampan - skal breiðkast. Og sum nevnt skal pláss gerast fyri kúlustevninum á nýggju ferjuni. Hesin parturin verður mettur at kosta einar fýra milliónir krónur, sigur Signar Heinesen.
Eftir er so Skopun. Har skal eisini gerast nakað, so
nýggja ferjan sleppur at. Men har er skráin so gamal,
at mett verður ikki skilagott at umvæla hann. So har
verður nýggjur skrái gjørdur, sum er breiðari enn tann
gamli. Eisini her er neyðugt at gera pláss fyristevninum á nýggju ferjuni. Her verða seks milliónir brúktar til verkætlanina, sigur Signar Heinesen.
Men tað er annað arbeiði í gongd í Skopunar Havn í
løtuni, sigur Signar Heinesen. Arbeitt hevur verð eina
tíð við at gera brimgarðin lidnan. Og í tí sambandinum verður innsiglingin til sjálva havnina eisini breiðkað, so pláss verður hjá nýggju ferjuni at sleppa inn. Men hendan breiðkingin er ikki partur av verkætlanini, sum eisini umfatar Gomlurætt og Hest.
Hesar báðar verkætlanirnar eru leysar hvør av aðrari, sigur Signar Heinesen á havnardeildini hjá Landsverkfrøðinginum.