Gera nú Kommunuskúlan til 37-39 lestraríbúðir

Avtalan er gjørd og íbúðirnar eru lidnar um eitt gott ár

Nú verður farið undir arbeiðið at gera ein part av Kommunuskúlanum í Havn til lestraríbúðir

 

Tað eru Bústaðir sum skulu gera íbúðirnar, og talan verður um einar 37 til 39 lestraríbúðir.

 

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt eina rammuavtalu við Bústaðir, har høvuðstreytirnar fyri ætlanini standa, men so skulu nærri avtalur gerast um smálutirnar.

 

Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð upplýst, at farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og at allar íbúðirnar verða lidnar longu um eitt gott ár.

 

Kommunuskúlin er góðar 4000 fermetrar og tað eru góðar 1400 fermetrar, sum verða tiknar til lestrarbústaðir.

 

Talan er um tann partin av skúlanum, sum vendir ímóti Sjúrðargøtu og Tróndargøtu, sum verður lestraríbúðir.

 

Talan er um eina verkætlan, sum kostar 50 milliónir krónur. Av teimum skal kommunan rinda 15 milliónir, og Bústaðir rinda hinar 35 milliónirnar.

 

Tað fyrsta, sum verður gjørt, er at gera skúlan uttan, og so verður hann gjørdur innan.

 

Flestu býráðslimir fegnast um, at ætlanin at gera lestrarbústaðir í Kommunuskúlanum, er komin á mál, tí fyri tað fyrsta fer tað at bøta munandi um umstøðurnar hjá lesandi, men tað fer eisini at skapa ógvuliga nógv lív í miðbýnum.