Gera nýgga føroyska sendirøð til børn

Sendirøðin, sum byggir á film, sum vann virðisløn í fjør

Nú verður seinasta hond lagt á eina nýggja, føroyska sendirøð fyri børn, sum ætlanin er at vísa í Kringvarpinum í februar. Tað er sendirøðin, Seks spurningar um at vera menniskja, sum Ævintýraferðin hevur framleitt.

 

Sendirøðin er í seks pørtum upp á 20 minuttir hvør. Øll, ið kenna Ævintýraferðina, fara eisini at kenna høvuðspersónarnar aftur, nevnliga Dánjal Kaggadingding Kaggadingding Kaggadum og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam.

 

##med2##

 

Men afturat teimum er ein annar persónur, ið hevur stóran týdning fyri søgugongdina, nevnliga Mariann Hansen í leiklutinum sum Tebryggjarin. 

 

Í næstan 20 ár hava Dánjal Hoydal og Búi Dam gjørt barnatilfar til sjónleikapallin og tónleikapallin í Føroyum, og síðani 2017 hava teir, á fyrsta sinni, arbeitt við eini filmsverkætlan fyri børn.

 

Filmurin, sum sendirøðin byggir á, vann Geyta-virðislønina í fjør, sigur Urd Johannesen vegna tey, sum varða av verkætlanini

 

– Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Ber tað til at fanga ljósið? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir í sendirøðini, siga teir báðir Dánjal og Búi. Teir siga at tað, teir vilja, er at skapa list, sum spyr og skapar undran.

 

– Hetta er afturvendandi høvðuðstráðurin í sendirøðini, har støði verður tikið í vísindum, heimspeki og andaliga heiminum.

Sendirøðin er tikin upp sum á Strondum, í Klaksvík, Sandavági og Tórshavn. Talan er um barnasjónvarp, ið setir sjóneykuna á teir stóru og torgreiddu spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt, siga teir báðir.

 

##med3##

 

– Talan er um eina tíðarkrevjandi tilgongd, sum nú er komin so mikið væl áleiðis, at allir seks partarnir eru tiknir upp og kliptir. Í hesum døgum verður so arbeitt við at gera tað heilt liðugt, siga fyrireikararnir. Men enn er fíggingin ikki fingin í rættlag, so nú royna tey at fáa tað, sum manglar í, á hópfígging.