Eldraøkið er niðurpínt, og tann tænastan vit bjóða okkara borgarum er beinleiðis láturlig. So bersøgin er álitisfólki á Tjarnargarði í Havn, Mary Antonsdóttir, sum seinastu 20 árini hevur arbeitt innan eldrarøkt í Føroyum.
Tey eldri vera so at siga ikki stimbrað ella ment í gerandisdegnum, tí tíðin snøgt sagt ikki røkkur til hjá teimum fáu starvsfólkunum, sum eru eftir á stovninum. Tað viðførir, at tey eldru keða seg í gerandisdegnum, og at starvsfólkini liva undir sera strævnum umstøðum, tí ringa samvitskan er tung at bera.
Seinastu sjey árini hevur Mary arbeitt á Tjarnargarði í Havn. Fyrstu tíðina vóru tey fleiri starvsfólk á stovninum, og tað viðførdi, at tíð var til at fara túr við teimum gomlu, at fara til handils, á café, biltúr og mangt annað við búfólkunum. Tá var tað eitt stuttligt arbeiðspláss, sum kendist gott hjá starvsfólkunum. Men eldraøkið í Føroyum hevur gingið støðugt afturá síðani, og í dag er Tjarnargarður blivið eitt parkeringspláss. Tey gomlu sita meginpartin av degnum í einum stóli og stara út í tóman heim.
- Tey eldri hava tørv á at blíva hoyrd, sædd og viðurkend, men vit hava ikki stundir til tað longur. Og tað er hart at vera um fólk, sum tú veit keða seg, og hava tørv á meira enn tú kann geva, sigur Mary.
Áður hevði Tjarnargarður eina ítrivsstovu, sum innihelt alskyns møguleikar innan seyming, binding, máling og annað. Men á Tjarnargarði er hendan stovan spard burtur, so eingin er at hjálpa búfólkunum við teimum ítrivum, sum tey hava áhuga fyri.
- Búfólkini eru jú so sera ymisk, og hava tørv á ymiskum tingum í gerandisdegnum, men vit gera ov lítið fyri at stimbra teirra persónligu áhugamál, sigur Mary.
Starvsfólkini á Tjarnargarði gera alt tað tey eru ment, men við áhaldandi sparingum verður arbeiðsbyrðan størri og størri.
Les meira um eldraøkið í Vikuskiftis Sosialinum, sum hevur stórt tema um evnið.
Blaðið kann keypast VIÐ AT TRÝSTA HER!