Gera royndir við ymiskum húkum

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at ætlanin er fyrst í komandi ári at gera nakrar royndir við ymiskum húkum saman við útróðrarmonnum. Endamálið við hesum royndum er at vita, um sleppast kann undan smæsta fiskinum, sum kemur á línuna hjá útróðrarbátum og línuskipum.

Rættiliga nógvur smátoskur hevur verið uppi í veiðini hjá útróðrar-og línuflotanum í hesum árinum, nú toskurin av álvara er við at koma fyri seg aftur.

Ein vanligan dag á Fiskamarknaði Føroya er rættiliga nógv av toski 4 og toski 5, og spell er, at hesin fiskur verður tikin, áðrenn hann sleppur at veksa seg størri.

Men hvørji ráð eru til at taka.

Fiskiveiðieftirlitið hevur stongt leiðir, har ov nógvur smáfiskur hevur verið at fingið, men spurningurin er, um avmarkaða tíðin, sum leiðirnar eru stongdar, ger gott ella ilt.

- Nú ætla vit at gera nakrar royndir saman við útróðrarmonnum, har stubbar við størri og kanska øðrvísi húkum verða settir á línuna, og ætlanin er eisini at gera royndir við ymiskum agni.

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at stovnurin onga meting hevur um, hvørt hetta er ein gongd leið ella ikki, tí slíkar royndir eru honum kunnugt ikki gjørdar undir Føroyum áður.

- Men vit ætla so at royna, um húkastøddir og skap eins og ymiskt agn kann hava nakra ávirkan á støddina á fiskinum, sum tekur, sigur Eilif Gaard.

Hann leggur aftrat, at tey hava søkt grunnar um stuðul til slíkar royndir, nú fíggjarkarmurin hjá Havstovuni annars er so trongur.