Hans Holm, fyrrverandi lærari á Føroya Læraraskúla, sigur, at røturnar hjá IS (Islamskum stati, felagsskapinum sum loypir ekka á fólk um allan heim í løtuni) eru elligamlar. Skal ein finna kjarnuna í trupulleikanum skal ein langt aftur, minst aftur til Sykes-Picot avtaluna frá 1916. Í stuttum legði avtalan millum franskmenn og onglendingar grundarlagið undir landamørkunum, ið skapti nýggju statirnar í miðeystri, í kjalarvørrinum av upploysnini av Ottomanska ríkinum.
- IS, sum aðrir bólkar undan teimum, leggja dent á, at landamørkini í økinum eru ónátúrlig. Samstundis gera teir sær dælt av, at nógvar elitur i økinum kappast um at ráða og í ávísan mun máa grundarlagið undir hvørjari aðrari, sigur Hans Holm.
Í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum er stórt tema um IS.
Hans Holm heldur, at stríðið í mið-eystir í stóran mun er eitt stríð millum ymisku fólkabólkarnar í økinum. Tað, at einki samband er millum, hvar fólkabólkarnir búgva og hvar landamørkini ganga, er við til at grugga málið í ovurhonds stóran mun.
Hann vísir á, at í fleiri av londunum eru tað minnilutar, ið stýra einum meiriluta, og ofta elvir tað til ógvusliga misnøgd millum fólkið.
- Harumframt eru minnilutarnir ofta stuðlaðir av vesturlendskum stjórnum, og gevur hetta IS góðan gróðrarbotn. Teir kunnu peika á vánaligu umstøðurnar hjá fólkinum, at vesturheimurin er við til at kúga tey, og at tey tí hava ein felags fígginda, sigur Hans Holm.
Ein partur av tokkanum hjá IS er, at teir í mongum førum kunnu veita tænastur, sum stjórnirnar ikki kunnu veita. Teir veita tryggleika, teir veita sosiala hjálp, teir veita kreppuhjálp, alt møguligt, sum stjórnirnar í hesum londunum ikki hava megnað at veitt fólkinum í áratíggju.
Í grundini eru tað sosialar og fíggjarligar vónsvikakenslur, sum liggja undir tí atdráttarmegi, sum felagsskapir sum IS hava.
- Hesir unglingarnir uppliva eina fremmandagerð í teimum londunum, tey koma til. Teir fáa ikki arbeiði, teir sleppa ikki upp í part, gerast ikki integreraði í samfelagið, teir búgva í. Tað er torført at føla seg útstoyttan, serglia um tú ikki skilir hví. Í IS vera tey góðtikin, tey fáa ein felagsskap, eitt heim av líkasinnaðum. Brádliga hoyrir tú heima onkustaðni, sigur Hans Holm og vísir á, at ein felagsskapur sum Nation of Islam eisini fekk góða undirtøku millum tey svørtu í USA.
Hans Holm heldur, at IS í ávísan mun dyrgir eftir høgt útbúnum innflytarum í Evropa.
- Teir hava nomið sær góða útbúgving, men fáa kortini ikki starv, ofta orsaka av navni sínum. Tí gerast teir vónsviknir, og opnir fyri ávirkan frá víðgongdum felagsskapum sum IS. Við at fáa hesar í sín part, kann IS nýta teir sum eitt slag av fimtu kolonnu, sigur Hans Holm. Hugtakið fimta kolonna verður nýtt um ein bólk, sum kann máa støðið undan einum øðrum størri bólki, innanífrá.
- Málið hjá IS er at endurreisa muslimska kalifatið, og síðani leggja allan heimin fyri sínar føtur. Um tað skal eydnast, má Evropa eisini knúgvast á leiðini, sigur Hans Holm.