Bygging
Tað er ikki at taka seg aftur í, at fyritøkan, Klement Petersen í Saltangará, rættiliga hevur gjørt um seg í seinastuni við bygging av fleiri bygningum til eitt nú kommunur. Fyritøkan hevur soleiðis vunnið fleiri útbjóðingar í kapping við aðrar veitarar.
Vit hava spurt Jan Danielsen, stjóra hjá Klement Petersen, hvussu tað ber til, at ein fyritøka, sum áður er kend fyri at selja ymiskt tilfar til bygging og innbúgv, nú eisini stendur seg so væl í kappingini um bygging.
Jan sigur, at fyritøkan selir ein stóran part av tí, teir levera, tá ið slíkar byggingar verða framdar, og haraftrat hevur fyritøkan gjørt góðar avtalur við aðrar veitarar.
Í fjør summar bygdi Klement Petersen ein skúlabygning til Runavíkar skúla, sum eins og Nes kommuna eisini hevði akuttar hølistrupulleikar í Runavíkar skúla, har framhaldsdeildin er.
Bygdur í Danmark
- Hesin bygningurin er eitt sindur størri enn bygningurin, sum nú er reistur í skúlagarðinum á Toftum.
Stjórin sigur, at Klement Petersen kundi lata henda bygningin fyri væl undir miljónina umframt meirvirðisgjald.
- Í hesum førinum varð bygningurin bygdur liðugur í Danmark og kom upp higar í tveimum pørtum, sum vóru 20 ferðir 4,50 metrar. Bygningurin varð settur saman úti í Runavíkini, og vit hava skilt, at kommunan er væl nøgd við tey hølir, teir fingu.
Hann vísir á, at bygningurin, sum nú verður bygdur í skúlagarðinum á Toftum, er ikki bygdur í útlandinum.
Stór goymsla
Jan sigur, at Klement Petersen hevur ein stóran goymslubygning á Rytuvíkarhálsi, sum felagið tók í nýtslu um ársskiftið. Í niðaru hæddini eru 800 fermetrar og 600 fermetrar í ovaru.
- Vit gera meira burtur úr nú at hava byggitilfar á goymslu, umframt at vit hava eina velduga stóra goymslu av hvítvørum.
Spurdur, um fyritøkan møguliga fer at bjóða seg fram til at byggja sethús, sigur Jan Danielsen, tað tað dugir hann ikki at siga í løtuni.
- Vit umhugsa ymiskt, men hvat fer at spyrjast burtur úr hesum, er ov tíðliga at siga nakað um enn, sigur stjórin at enda.