Í álmanakkanum er ein vangamynd av einum persóni við menningartarni fyri hvønn mánað í árinum. Fólkini, sum vangamyndirnar eru av, eru heilt frá 7 ár upp til 67. Har eru menn og kvinnur, sum koma ymsa staðni úr landinum. Summi búgva í egnum húsum, summi búgva í sambýlum, summi ganga í skúla og onkur er í Danmark á eftirskúla.
- Vit royndu at fáa nógv ymisk fólk, tí høvuðsyvirskriftin er “Vit eru øll ymisk”. Hetta er fyri at vísa hvussu ymisk tey við menningartarni eru, tí ofta síggja vit tey sum ein bólk av fólki. Vit vilja vísa á, at tey eru øll ymisk, tey hava ymsar dreymar og hava ymsar ætlanir fyri lívið, greiðir Annlis Bjarkhamar, dagligur leiðari hjá Javna, frá.
Vera sjónlig
Leygardagur 11. november er settur av til at selja álmanakkan. Tá fara limir úr Javna saman við fólki við menningartarni, at ganga hús úr húsi at selja. Eisini kunnu øll, sum hava hug at stuðla arbeiðinum hjá Javna, tekna seg til at selja álmanakkan, umframt at Javni hevur boðið øllum løgtingslimum og landsstýrismonnum at selja. Úr Javna vóna tey at fáa umleið 500 seljarar, sum skulu út í hvørt hús í landinum hendan leygardagin.
Ætlanin við hesum er, at Javni og tey við menningartarni bókstavliga gerast sjónlig, tá tey fara á gátt kring landið.
- Vit hava ein pástand um, at tey tilboðini, sum tey menningartarnaðu fáa, eru rættiliga nógv bundin at, hvussu vit síggja tey. Tí vilja vit vera sjónlig, og geva fólki eina fatan av, hvussu tey menningartarnaðu liva lívið hjá sær. Á henda hátt vóna vit, at hetta átak kann vera ein liður í at betra um umstøðurnar hjá teimum við menningartarni og ein áminning á, at tað eigur at vera við støði í tí einstaka, at tilboð verða tilevnað, sigur Annlis Bjarkhamar.
Burturluta listaverk
Í hvørjum mánaði eru eisini listaverk, sum føroysk listafólk hava gjørt. Listafólkini eru Ian Luid, Jóannes Lamhauge, Maria Mørkøre, Randi Gunnarsdóttir, Sámal Toftanes, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Øssur Mohr, Eli Smith, Arnold Vegghamar, Rannvá Holm Mortensen, Frits Johannesen og Ásgerð Asgeirsdóttir. Tey, sum keypa álmanakkan hava møguleika at vinna hesi listaverk. Á baksíðuni á hvørjum álmanakka er eitt nummar og síðst í hvørjum mánaði verður listaverkið fyri tann mánaðin burturlutað.
- Endamálið við átakinum er at broyta hugburðin til at liva við menningartarni og at vísa á, at fjølbroytni eigur at vera ein styrki í okkara samfelag, sigur Annlis Bjarkhamar.
- Vit trúgva, at tað fer at merkjast í hugburðinum hjá fólki, at tey fáa eina meira fjølbroytta mynd av teimum menningartarnaðu.