Tað er nú greitt, at Gerhard Lognberg er ikki uttanflokkamaður meira. Hann er farin upp í Sambandsflokkin.
Hetta kemur fram sama dag sum tað er alment komið fram, at Lisbeth L. Petersen hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum.
Tað var annars fríggjadagin, at Gerhard Lognberg var á fundi í Sandoyar Sambandsfelag, og tá meldaði hann seg inn í flokkin.
Hann sigur, at hann hevur tosað við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Alfred Olsen, formann á tingi, og báðir hava bjóða honum at vera vælkomin upp í flokkin.
Mikudagin hevur Gerhard Lognberg sín fyrsta arbeiðsdag á løgtingi sum sambandsmaður.
Hoyr samrøðu við Gerhard Lognberg við at trýsta á pílin undir myndini.