- Eg eri sera glaður fyri hesa tíðina, og eg vildi ikki verið hana fyriuttan. Men, tá kommunuval verður aftur, verður Gerhard Lognberg ikki á nøkrum lista, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu.

Gerhard Lognberg stillar ikki uppaftur

- Eg fylli 73 hin 1. november í ár, og hetta verður mítt seinasta skeið í bygdarráðnum, sigur Gerhard Lognberg.

 

- Eg eri sera glaður fyri hesa tíðina, og eg vildi ikki verið hana fyriuttan. Men, tá kommunuval verður aftur, verður Gerhard Lognberg ikki á nøkrum lista, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu.

Gerhard Lognberg, sum hevur verið borgarstjóri í Skopunar kommunu síðan hin 1. januar í 1993, hevur gjørt av, at hetta verður hansara seinasta seta í bygdarráðnum.

- Eg varð valdur í kommunustýrið í Skopun sum 34 ára gamal í 1984, og hin 1. januar í 1993 tók eg við sum borgarstjóri og havi sitið sum borgarstjóri síðan. 

Tað sigur 72 ára gamli, Gerhard Lognberg, sum fyllir 73 ár hin 1. november í ár.

- Havi eg lív og heilsu, havi eg við ársenda í 2024 sitið í kommununi í samfull 40 ár, og eg haldi, at tá er tíðin komin til at lata stafettina frá sær.

Longu í fyrsta skeiði sum bygdarráðslimur, sat hann sum varaborgarstjóri.

- Mær hevur dámt hetta serstakliga væl. Eg havi brent fyri bygdini, og eg elski Skopun. 

Gerhard vísir á, at hann stundum hevur verið lagdur undir ikki at leggja nakað í mentan, men hetta er júst tað øvuta av veruleikanum.

- Tað var serliga, meðan eg sat í løgtinginum, at onkur kundi finna upp á at skjóta meg við hesum, men soleiðis er tað bara ikki. Eg elski alt tað mentanarliga í Skopun, og hetta er ein rík bygd á mentanarliga økinum, tó at bygdin er niðursetubygd og tískil ikki er so gomul, sum nógvar aðrar bygdir eru.

Sjálvur heldur Gerhard Lognberg, at væl er komið burtur úr í Skopun á mentanarliga økinum – uttan at fara út í smálutir við, hvat hann her sipar til. 

- Øll, sum kenna Skopun og øll, sum kenna meg, vita, hvat eg meini við, tá eg sigi hetta. Men, her skal eg leggja aftrat, at eg havi havt nógv góð og dugnalig fólk aftrat mær.

Hann vísir á, at tað hevur havt sín prís at verið borgarstjóri eitt so langt tíðarskeið, og hetta hevur sjálvsagt ikki altíð verið líka stuttligt.

- Men, tær góðu løturnar hava verið so nógvar ferðir fleiri enn tær keðiligu løturnar. Hetta hava verið nøkur fantastisk ár, og tá eg skal siga tað sjálvur, haldi eg, at vit í skiftandi bygdarráðum hava fingið nógv burturúr.

Ein stóran part av tíðini hevur borgarstjórastarvið verið ólønt, og Gerhard Lognberg er útbúgvin rørleggjari og arbeiddi eisini í sínari tíð sum slíkur. 

- Tað liggur til okkum menniskju ikki at duga at síggja alt tað góða, sum er hent, og tí verður tú ofta mintur á tað, sum kanska eydnaðist minni væl.

Gerhard Lognberg sigur, at hann hevur havt nógvar góðar løtur sum borgarstjóri í Skopunar kommunu, og hann hevur havt við nógv góð fólk at gera.

- Eg eri sera glaður fyri hesa tíðina, og eg vildi ikki verið hana fyriuttan. Men, tá kommunuval verður aftur, verður Gerhard Lognberg ikki á nøkrum lista, sigur hann.

Enn er valskeiðið bara gott og væl hálvrunnið, og tískil fara vit ivaleyst at síggja nógv aftrat til ímyndina av Skopun, áðrenn hann gevur stafettina frá sær um sløk tvey ár.

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðunum, er stórt serblað um Sandoyar sýslu, og her verður eitt nú skift orð við borgarstjórar um ymiskt, sum er í gongd, nú Sandoyartunnilin letur upp seinni í ár.

 

- Eg eri sera glaður fyri hesa tíðina, og eg vildi ikki verið hana fyriuttan. Men, tá kommunuval verður aftur, verður Gerhard Lognberg ikki á nøkrum lista, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu.