Almennar raðfestingar
Í tí almennu politisku skipanini eru raðfestingarnar viðvíkjandi mentan og list syndarligar. Rygg á ryggi gáka politikarar um, at teir hava tosað um at hækka játtanina til list. Bæði Mentanargrunnur landsins, Tjóðpallur Føroya og aðrir lista- og mentanarstovnar hava verið hóttir við, at nú fer okkurt munagott at henda, nú fer játtanin at hækka, tí at tað hevur verið tosað um slíkt í samgonguni. Onkur sigur seg enntá hava tosað við Mentamálaráðharran um at seta ein tónleikagrunn á stovn. Ja, gomorin! Hetta var tosið, tá ið pengar vóru at játta. Hetta er tosið, nú (tað sigst) ongir pengar eru at játta. Soleiðis hevur tað verið, og soleiðis fer altíð at vera. Tað er undrunarvert, at hvørja ferð talan er um hetta økið, so skulu øll mál tosast íhel, áðrenn okkurt hendir – tá er altíð kreppa. Sjálvt íslendarar, ið vit annars síggja nógv upp til, hava hækkað játtanina til mentan og list, tí at teir síggja, at hetta økið er sjálv sálin í samfelagnum og verður helst tað, sum fer at skapa virðing aftur fyri íslendingum úti í heimi. Her hjá okkum er sálin antin at knokkroyta ella ignorera øll, sum vilja bera Føroyar framá. Heldur tú teg duga til okkurt, so skal tú helst halda turran kjaft við tí. Lat ongan vita, at tú dugir okkurt betur enn onnur.
Um politikarar og embætisfólk gjørdu, sum teir so ofta hava lovað at gjørt, so arbeiddu teir fyri, at karmarnir hjá listafólkum at skapa og virka vórðu betraðir soleiðis, at listafólk og tey, sum skulu njóta/dyrka listina møtast í einum felgsrúmi.
Vit breggja okkum av, at vit eiga so óluksáliga nógv góð listafólk, men somu listafólk hava verri enn so somu karmar at virka í, sum tey hava í londunum kring okkum. Nógv vilja nú siga, at vit hava eitt Listasavn Føroya, Norðurlandahúsið, eitt Kringvarp Føroya og ein Tjóðpall Føroya. So er, men um vit hyggja nærri at hesum stovnum, eru teir antin merktir av manglandi fígging ella klandri. Í Listasavni Føroya hevur verið klandur í longri tíð, og tí koma ikki øll myndlistafólkini inn í tjóðarsavn okkara. Norðurlandahúsið er ein mentanarkoddi hjá landinum at liggja á. Hetta er ein norðurlendskur stovnur, sum mentamálaráðið brúkar sum eitt føroyskt konserthús, og tí er heldur ikki neyðugt at byggja eitt føroyskt fíggjað konserthús. Tjóðpallur Føroya livir av vælvild frá Tórshavnar kommunu. Segði Tórshavnar kommuna sáttmálan upp við Tjóðpall Føroya, varð hesin stovnur heimleysur – eitt eiti á einum pappíri. Kringvarp Føroya má viðgerast fyri seg.
Kringvarpið, ein deyðsiglari
Í somu grøv sum almennu politikararnir er Kringvarp Føroya.
Vit eru annars farin frá tíðini við deyðsiglarum, men summum dámar grúiliga væl at grópa í tí farna. Kringvarpið er eitt slíkt, ið grópar eftir endursendingum, ið eru um tað farna og, sum viðgera evni, ið eru langt vekk frá øllum nútíðar samanhangi. Bara fyri at koma við einum tanlaðum dømi. Endursendingin av morgunlesturin varð tikin av skránni, tí at skráin hevði onki “flow”. Nú er morgunlesturin aftur á skránni, og “flowið” er aftur horvið. Tey eru so deiliga bíbilsk í díkinum svarta: Høgra hond veit ikki, hvat vinstra ger.
Nú ein dagin settu fólkini í KVF aftur sjóneykuna á sítt egna virksemi. Ein heilan tíma tosaðu leiðarar haðani um vetrarskránna, og aftur her hoyrdust somu undanførslur, sum almennu politikararnir koma við. Mentanartilfar verður ikki sett á skránna enn, tí at ongir pengar eru, og ongin er at taka sær av hesum og hasum, tí at summarfrítíð er, og vit kunnu ikki bara soleiðis taka endursendingarnar av aftur skránni, tí at onkur teirra verður send í 17 pørtum. Vánalig tilrættarlegging og undanførslur alt samalt. Tað er ótrúligt, at ein stovnur ikki fær arbeitt, tí onkur er í summarfrí. Hugsið tykkum, hvussu meiningsleyst tað hevði verið, um ein fyritøka hevði ein telefonsvarara frá alla summarfrítíðina, og so tá ið starvsfólkið kom aftur til arbeiðis, so kundu tey ikki byrja at arbeiða, tí at telfonsvararin ikki var liðugur, og tí at tey ikki vóru klár enn. Tann fyritøkan hevði farið í gjaldstøðg við brestin.
Tað er nú so, at KVF, og serliga Útvarpið, tí at tað er bíligast at reka, hevur eina skildu at senda mentanartilfar, ið skal røkka øllum – ikki teimum flestu, men øllum. Tá ið eg nevni hetta, er ikki talan um hasa tónleikablandimaskinuna, ið blandar tilvildarlig løg út í luftina. At røkka øllum er ein tung uppgáva, men tað vísir seg, at leiðslan í KVF ikki vil royna. Tey gera plattar undirhaldssendingar, ið beinleiðis herma eftir undirhaldssendingum hjá Rás2. Tað er heldur margháttligt, at tey í útvarpinum onki annað hava at gera, enn at eftirlíkna Rás2 og síðani endursenda somu eftirlíkningar, tá ið summarið kemur.
Vit liva í einum heimi, har vit við fremstafingri kunnu klikkja okkum til allar møguligar mentanarsendingar bæði í Norðurlondum og eisini aðrastaðni í verðini, ið bara hava eittans endamál: at seta list og mentan á breddan. Vit eru fleiri og fleiri, sum heldur vilja hoyra annað útvarp enn tað, sum Útvarp Føroya kann geva okkum. Tí er sera týdningarmikið og ein skylda, at leiðslan í KVF vísir seg sum ein mentanarberi, har føroyska málið, list, siðaarvur, mentalsøga og annað, sum ger, at vit yvirhøvur hava okkurt í felag, verður sent út til fólkið.
Tað eru tríggir mátar at gera mentanarsendingar. Antin kann ein sending gerast, ið lýsir eitt tiltak, sum fer at verða. Hetta sýnist at vera leisturin hjá Útvarpinum, nú teir ætla at hava eina sending, ið skal hita upp til vikuskiftið, altso okkurt slag av “upphitingarprogrammi”, ið skal upplýsa um ymiskt, ið fer at henda um vikuskiftið. Eisini ber til at gera eina mentanarsending, har sent verður frá einum tiltaki, sum er. Slík sending kann sendast beinleiðis ella bandast og sendast seinni. Ella ber til at gera sendingar, ið mæla um tiltøk ella listalig avrik, ið hava verið. Tað besta hevði sjálvandi verið, um allir hesir møguleikar vórðu troyttir, tí at tað vísir ein ávísan dugnaskap og vilja til at lýsa tað, sum millum manna verður kallað mentanar- og listalív.
Bestu mentanarsendingarnar í Útvarpinum hevur Suni Merkisstein gjørt. Tær standa allar sum væl laðaðir varðar í útvarpssøguni. Hesar sendingar eru gjørdar, tá ið Suni ikki hevur verið noyddur at varpa onkran dyst bæði innanlands og í útlondum.
Útvarp Føroya hevur brúk fyri at geva slíkum mentanarsendingum tíð á skránni. Tað kann ikki vera meiningin, at tað einasta, ið tosað kann verða um, er ein endursending á 7 minuttir. Um so er, er tað eitt stjørnuklárt tekin um avmakt – at tey eru ráðaleys og vita yvirhøvur ikki, hvat tey skulu gera.
Hvørjum kunnu so hesir mentanartarnaðu fólkini læra av? Jú, Tórshavnar kommunu!!!
Tórshavnar kommuna er slóðbrótarin
Politisku raðfestingarnar og raðfestingarnar í KVF venda sær altíð burtur frá list og mentan. Tann einasti, sum veruliga hevur gjørt nakað fyri at raðfesta hesi øki, er Tórshavnar kommuna, nú hon alt árið 2009 hevur havt tiltøk í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðani Tórshavnar kommunu gjørdist fólkavald kommuna. Eg vil hervið heita á Tórshavnar kommunu um at halda fram við hesum komandi nógvu árini. Hetta hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum, og eisini hevur 100 ára haldið havt stóran týdning fyri tey listafólk, ið skapa sína list í høvuðsstaðnum. Tit eru undangongufólk á økinum, og tað er meir enn ein kann siga um tað almenna og tey, sum skulu fáa tykkara góðu tiltøk kring landið – nemliga Kringvarp Føroya. At tit hava sett hasar pengarnar av til borgararnar, er tað mest slóðbrótandi tiltakið á lista- og mentanarøkinum í nógv, nógv Harrans ár, og samstundis best brúktu pengar somu nógvu Harrans ár. Knapt 100 tiltøk av øllum mentanarligum slagi hava verið higartil í ár.
Ein trivnaðarkanning varð gjørd á ólavsøku í fyrraár. Áhugavert hevði verið at gjørt eina líknandi kanning í ár. Úrslitið hevði uttan iva verið øgiliga positivt.
Slíkt átak, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt, hevur sett bæði kommununa, listina og mentanina í hásætið. Tá ið ljós verður varpað á hetta økið, so verður eisini mælt og dømt um tey ymisku listarligu tiltøkini. Hetta er við til, at kjak birtast um list og mentan. Ljóskastarin verður vendur móti tí, sum fær fólk at koma saman, tí sum fær fólk at virka (saman), tí sum fær fólk at kultivera/dyrka Tórshavn. Tað er jú hetta, ið miðlafólk og politikarar eiga at gera. Teir eiga at geva lista- og vanligum fólki møguleikan at kultivera/dyrka tað samfelag, sum er so mikið serstakt, at ein ikki eigur at nýtast at leita sær til aðrar mentanir fyri at fáa líkinda upplýsingar um, hvat rørir seg á listarliga heimspallinum.
Eg vóni stórliga, at Tórshavnar kommuna heldur fram við sínum fyrimyndarliga arbeiði nógv, nógv Harrans ár fram í tíðina.
Oddfríður Marni Rasmmussen
Formaður í Listafólkasambandi Føroya