Gerningsmaður til ógvusligt álop við Sandá er handtikin

Umleið kl. 20.00 sunnukvøldið fekk Føroya Politi fráboðan um, at ein kvinna í 20-árunum var álopin, meðan hon gekk túr eftir gøtuni ovarliga við Sandá í Havn

Gerningsmaðurin leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi ógvusligan harðskap móti henni. Kvinnan fekk ymiskar skaðar av álopinum og varð innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Umleið 15 minuttir eftir álopið handtók politiið ein mann í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. 

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í gjár kl. 13.00. Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Maðurin, sum er í tríatiárunum og er útlendingur, noktaði seg sekan.

Politiið sóknast eftir vitnum

Stutt áðrenn álopið sá kvinnan ein mann, sum gekk eftir gøtuni frá AB-húsinum á Argjum oman móti Sandá, fyri síðani at snara til høgru eystureftir/omaneftir gøtuni. Hetta var ikki gerningsmaðurin, men hesin maðurin kann hava møtt gerningsmanninum, og politiið vil tí fegin hava samband við hann. Politiið heitir eisini á onnur møgulig vitni um at boða frá á telefon 114.

Politiið ger í løtuni umfatandi kanningar í málinum, eitt nú teknskar kanningar, DNA-kanningar og avhoyringar av fólki, sum kunnu hava hoyrt ella sæð tilburðin.