Gerster gevst í Klaksvík

– Hetta hava verið trý praktfull ár, har vit higartil hava vunnið steypakappingina tríggjar ferðir, lands­kapp­­ingina tvær ferðir og nú aftur skulu spæla FM-finalu, sigur Henrik Gerster, sum gevst sum venjari hjá Stjørnuni eftir hetta kapp­ingar­árið

Tá Henrik Gerster tann 23. juni í 2006 hevði skrivað und­ir ein tvey ára sáttmála við Stjørnuna, skrivaði Norð­lýsið í yvirskrift, at nýggi venjarin skuldi leiða Stjørnuna til greipuna. Stór orð, gamaní, men nú triðja árið við Gerster sum venjara brátt er farið, hevur tað hig­ar­­til gingið eftir ætlan hjá Stjørnuni.

Ikki var meira enn hálvt­annað ár farið av sáttmála­skeiðnum, tá Stjørnan tann 11. februar í fjør kundi boð­að frá, at Gerster tók hetta kappingarárið eisini. Og eftir at Stjørnan bæði í 2007 og 2008 stóð eftir sum greipuvinnari, er felagið enn eina ferð væl á veg til at taka ta triðju greipuna.

Stjørnan hevur longu vunn­ið steypakappingina í ár, og nú verður so bara bíðað eftir, hvørjum liði Stjørn­an skal møta í final­un­um um føroyameistara­heitið í ár. Tí kann ikki sigast annað, enn at Henrik Gerster saman við spælar­unum væl og virðiliga hevur greitt setningin fyri skeiðið.

Trý praktfull ár

Men nú eru so dagar hans­ara sum venjari í Klaksvík skjótt taldir, tí týskvøldið boð­aði Henrik Gerster leiðsluni í Stjørnuni frá, at hann gevst sum venjari eftir hetta kappingarárið, og hós­kvøldið fingu spælar­arnir tað so eisini at vita. Og at tíðindini fingu ikki vánaligar avleiðingar, sum slíkar fráboðanir onkuntíð kunnu hava við sær, gekk sjón fyri søgn, tá Stjørnan sunnudagin vant burtur úr StÍF.

– Spælararnir og eg samd­ust hóskvøldið um, at vit skuldu gera arbeiðið liðugt, og tað haldi eg eisini, at vit vístu á Skála. Og teir áskoðarar, sum hava funnist at okkum, blivu væl og virði­liga tiptir við hasum sera sannførandi sigrinum, sigur Gerster, sum er sera glaður fyri tíðina í Stjørn­uni:

– Hetta hava verið trý praktfull ár, har vit higartil hava vunnið steypa­kapp­ingina tríggjar ferðir, lands­kappingina tvær ferðir og nú aftur skulu spæla FM-finalu. Eg havi havt nakrar fínar spælarar at arbeitt við og tíðin í Klaks­vík hevur verið sera stuttlig, men nú haldi eg, at rætta løtan er at gevast her.

Henrik Gerster sigur, at høvuðsorsøkin til, at hann nú hevur valt at givist sum venjari hjá Stjørnuni, er tí tað kennist í so møðsamt vetur eftir vetur at skula koyra teir 75 kilometrarnar úr Havn til Klaksvíkar fleiri ferðir um vikuna til bæði venjing og dyst.

Gott spælaratilfar

Tá prátið kemur inn á liðið, sum hann komandi kapp­ingarár skal síggja onkran annan hava ábyrgdina av, heldur Henrik Gerster, at tað í øllum førum er sera gott spælaratilfar, hann letur frá sær til avloysaran – hvør tað so verður:

– Tað er eingin ivi um, at komandi venjarin fær eitt gott lið at arbeiða við. Helst er eitt ættarliðsskifti á veg, men eg vænti ikki, at tað fer at gera stóran mun, tí har eru so nógvir og góðir spælarar, sum saktans kunnu bera Stjørnuna víð­ari, sigur skjótt fyrrverandi Stjørnuvenjarin, sum enn einki vil siga um, hvat hann møguliga fer at gera næsta vetur. Men hann sigur seg longu nú hava »fleiri bóltar í luftini«, hvat framtíðini viðvíkur.

Tann nú 44 ára gamli Gerster hevur verið partur av føroyskum hondbólti í rættiliga nógv ár. Hann kom til Føroya at spæla við H71 kappingarárið 1987-88, tá hoyvíkingar vunnu bronsu. Og fyri hálvumsætta ári síðani kom hann aftur til Hoyvíkar, umframt at hann eisini var venjari hjá Tjaldri í Runavík eitt skifti, áðrenn leiðin lá til Klaksvíkar, har hann nú skjótt fer at takka fyri seg.