Í Getsemane garði

Yrking

Í Getsemane garði

 

 

Í Getsemane garði lá Jesus á knæ,

har Hann rópti til Guds og í angist Hann bað

»Faðir, tak hesa skál frá mær um tað ber til.

Ikki sum eg, men Faðir, sum tú bert tað vil«.

 

Óttin lýsti úr eygunum, blóðsveittin rann

tí øll syndin í heiminum tyngdi nú Hann.

Einsamallur Hann stríddist meðan verðin øll svav.

Á, Hann longdist til Himmals, tá alt her var av.

 

Og Hann leit móti Himni í angist og neyð

»Faðir, hjálp mær at vinna á pínu og deyð.

Tá ein eingil frá Gudi av Himlinum kom

til at ugga og styrkja Guds elskaða son.

 

Í Getsemane garði Hann sorgtungur lá,

meðan kærleikans tár runnu kjálkunum á.

Tí Hann sá okkum øll ganga glatunar veg,

og av kærleika var tað, Hann ofraði seg.

 

Takk, mín Faðir í Himni at kraft tú mær gav

til at bera ta byrðu, ið skjótt nú er av,

sum tú niður á foldina sendi meg til,

nú eg verkið á Golgata fullføra vil.

 

 

Elsa Blicher Christiansen