Gev keisaranum tað sum keisarans er

Dánial av Rana, ið nú hevur stuðlað borgarligu meirilutanum í 16 ár, hevur eitt aftursvar til mín viðvíkjandi einari grein eg skrivaði til útspilling av Tvøroyri, ið skrivað var av Óla Breckmann í Dagblaðnum.

 

Sverre Midjord


At tann dagur so skuldi upprenna, at Dánjal av Rana bleiv verji hjá Óla Breckmann, hvør skuldi trúð tí? Men tað er so mangt, ið er løgi, hesin sami persónur, sum noktaði limunum í Fylking atkvøðurætt, tí hesir vóru fyltir 67 ár, ja hesin biður nú um atkvøður frá somu persónum, hóast hann er blivin 75.

Grannskoðanarviðmerkingin, eg tá vísti til, er bein, og í henni er øll viðurskifti ? eisini tá eg legði frá mær sum býráðsformaður, íroknað tað tú tosar um høllina í Trongisvági. Viðvíkjandi hesi høll, tú og tínir samstarvsfelagar nú í nógv ár hava havt so ilt av, er hóast alt til allar borgarar, og ikki sum miðbýurin, ið tú hevur gjørt í dag, ið bert er gáva til ein persón, og rokningina 3,5 mió, hana skulu allir borgarar gjalda.

Tat at tú og Bergur hava passað teir borgarligu skógvarnar, tað vita vit øll á Tvøroyri, tey vita eisini, hvat tað hevur kostað. Verja tín er veit, tí tú gloymir helst við vilja, men eitt skalt út vita, tann vanligi veljarin gloymir ikki.

Tær 13 milliónurnar, ið brúktar vóru á Drelnesi vóru partur av tí tilskoti, ið spart varð upp av havnarstudningi, vit spardu eisini tá tú var við, men tað er nú einaferð so, at eftir spararan kemur oyðarin ? ja, hvør minnist ikki Dánial bara 400.000 krónur fyri at lata porrið upp á samlistøðini hjá IRF í Trongisvági ? og nú er tað eg ikki minnist meira, hvør var tað, ið fekk peningin.

Tú var formaður í kommununi og har megnaði tú at avreiða flakavirkið hjá okkum efitr einari nátt, ja 10 milliónir upp á eina nátt. Hvat hvørdu vit ikki verið betri staddir, u vit høvdu okkara egna virki.

Skipasmiðjan er títt ver aleina, hvussu sær hon út í dag, og hvar eru tólini, ið har vóru? Nautilus kropsvenjingarstøðin, ein serlig søga, fyri at keypa hesa har tú brúkti 6 milliónir, ja so skuldi tú fáa eit surimivirki afturfyri, hvar er hetta surimivirki? Jú, giott er keypt, Dánial.

Úr Nykredit tóku tit eitt lán upp á 20 milliónir, ið skuldi nýtast til umfígging, alt hetta beliv brúkt til yvirforbrúk.

Og ikki at gloyma, hvat við láninum úr Fossbankanum upp á 500.000 krónur, ið sendar vóru einum Mr. J. K. Howart á Gibraltar, hesin ókendi maður skuldi eitast at vera tyín persónligi ráðgevi spurt bleiv til hvat, men einki svar. Pengarnir vóru tiknir sum lán, fluttir til Gibraltar, har ongin kennir hendan persón.

Mær tykis, at tú er blivin gloymskur, helst við vilja. Tann tíðin vit báðir umsótu Tvøroyrar kommunu var ein uppbyggingartíð, vit uppbygdu nýtt kaiøki, nýtt flakavirki, nýggj skip tað veri seg Suðring, Rankan o. O. Nýggjan skúla, og ítróttarhøll í Trongisvági, jú sanniliga var hetta uppbyggingartíð. Men hvat eiga vit í dag, Dánial av Rana? Púrasta einki. Alt hetta hava tú og tínir samstarvsfelagar slept okkum av hondum ? og ikki nokk við tí, nú noyddist tit eisini at biða um 13 milliónir í kreppuhjálp, jú skundi tykkum uttanlands aftur at ferðast upp á kommununnar rokning.

Nei Dánila, svarið nú heldur grannskoðaranum, nú hesin vil hava at vita, hvat allar hesar ferðaútreiðslur til uttanlandsferðir eru brúktar til, men svarið er jú einfalt »fattige er de find«.

Nei, Dánial, ítróttarhøllina í Trongisvági er høvrt mansbarn í sókni glað og stolt yvir, hetta er ogn teirra og sum tey eisini hava goldið fyri. Men hvat við andlitslyftingini í mmiðbýnum, jú 3,5 mió til skattgjaldaran at gjalda og bert gáva til ein persón, og tá eg sigi bert til ein persón, so er hetta sambært tí sáttmála, tit hava gjørt við Gudmund Mortensen, har tit tann 6/7 í 1998 hava bundið tykkum til at ongin annar má fáa handilsloyvi á økinum. Soleiðis hava tit umsitið ognirnar hjá kommununi, við at ognartaka frá øðrum til at geva summum.

Annars var ætlan mín til hetta val at viðgera framtíðina, men eg skilji, at tú Dánjal, er fåí ferð við at skriva minningarrit, og um tað er tað tú ætlar at brúka fýra tey komandi árini í býráðnum til ? so vælgagnist.

Nei Dánial ? munur er á uppbygging og avtofting.