Lutakastið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið verður í kvøld, og í tí sambandi hava vit kastað ljós á hvussu eitt felag úr lægru deildunum sær møguleikar í lutkastinum. Andrass Thomsen er formaður í Giza/Hoyvík úr triðbestu deildini.
- Vit taka Løgmanssteypið mest sum eitt upplivilsi, har vit kunnu hitta eitt av teimum stóru feløgunum. Í okkara felag hevur Løgmanssteypið altíð verið nakað serligt, sigur Andrass og vísir á, at teir fyrst mugu framvið undanumfarið, har hann hevur eitt ynskiligt mótstøðulið.
- Í undanumfarinum er Royn á heimavølli eitt ynski, og annars HB ella B36 í fyrsta umfari, sigur Andrass.
Áður hevur verið sæð, at feløg úr lægru deildunum lata heimavøllin til mótstøðuliðið í 1. umfari, um mótstøðufelagið er eitt av teimum stóru – hetta til tess at fáa størri áskoðarainntøkur. Men Andrass Thomsen væntar ikki, at Giza/Hoyvík ger tað, og vísir eisini á, at teir í fjør spældu á heimavølli ímóti EB/Streymi.