Tey flestu hava tann hugburð, at tað er skeivt at koyra við kenning. Men tað hevur eisini týdning, atburðurin í sambandi við rúsdrekkakoyring samsvarar við hugburðin.
Tað sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum nú fer undir eitt nýtt átaka við tí endamáli at avmarka rúsdrekkakoyring.
Tey leggja afturat, at hesa næstu tíðina fer løgreglan eisini at gera serliga nógv burtur úr at kanna um bilførarar koyra við kenning
– Vit hava øll eina týdningarmikla uppgávu í hesum sambandi og tað er at steðga teimum sum ætlar at koyra bil við rúsdrekka í blóðinum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Tey vísa á, at tað henda ferðsluóhapp har rúsdrekka er uppi í, og ofta eru hesi óhapp sera álvarslig.
Tey siga, at tá ið veitsla er, eru hyggjuráðini eisini at hava okkurt alkoholfrítt at drekka, og tað skal vera ein natúrligur partur av veitsluni.
Í roynd og veru er tað ein góð ger ímóti einum bilførarar, at forða honum, ella henni, at koyra við kenning.
Tað kann vera ringt, men royn og tosa við bilføraran og fortel honum, at tær dámar ikki, at hann, ella hon, fer í bilin. Eru fleiri til staðar, so fáa onnur at hjálpa tær og letur tað seg gera, ber eisini til at taka billyklarnar og
Ein máti er eisini at ringja eftir hýruvogni og kanska lána honum ella henni pengar at rinda fyri
Tað ber eisini til, hjá onkrum, sum er edrúur, at koyra, men er bilførarin hvørki til at høgga ella stinga í, men fer í bilin kortini, er tað einasta rætta at melda, heldur Ráðið fyri Ferðslutrygd.