Japanar høvdu annars fyrireikað seg til at senda fleiri skip í Suðuríshavið longu í hesum mánaðinum, men tann ætlanin er nú løgd til viks.
Japan hevur veitt stórhval í Suðuríshavinum í eini 25 ár. Alment hava japanar sagt, at talan var um veiði við vísindaligum endamáli, men hesa frágreiðingina góðtók Altjóða Dómstólurin ikki. Tí hava myndugleikarnir í Tokyo nú boðað frá, at øll loyvini at veiða hval har suðuri eru tikin aftur.
Hinvegin ætla japanar at halda fram at veiða hval har norðuri í Kyrrahavinum og fram við landi. Úrskurðurin hjá Altjóða Dómstólinum umfatar ikki hesi viðurskiftini.