Gevið nú Kring­varp­inum arbeiðsfrið

Tað er ikki ov seint at bjarga Kringvarpinum. Tí eiga vit sum skjótast at umleggja kringvarpsgjaldið til eina støðuga, óhefta og samhaldsfasta skipan, har allir skattgjaldarar rinda 0,7 prosent av inntøkuni, og Kringvarpið fær frið at vera kringvarp

Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
.......

Tað er alneyðugt, at okkara dýramætasti mentanarberi fær frið at savna seg um tað, sum hann upprunaliga varð ætlaður til: At framleiða og varpa út dygdargott, fjøl­broytt kringvarpstilfar; før­oy­ingum og fólkaræðinum at frama.
Stovnurin hevur leingi verið forsømdur, og nú er hann so fíggjarliga niður­pínd­ur, at vit politiskt mugu taka tøk, skal stovninum verða lív lagað. Tað tænir ong­um endamáli at ákæra stýrið, leiðslu og politisku skipanina í hesi stund. Heldur fari eg at líta frameftir, so Kringvarpið ikki sleppur at bløða út, men kemur styrkt úr kreppuni.
Tað skerst ikki burtur, at kringvarpsgjaldið hevur verið óbroytt seinastu átta árini. Sama tíðarskeið hevur inflatiónin dýrkað raksturin við einari góðari millión ár­liga. Tað sigur seg sjálvt, at eingin stovnur ella fyritøku kann varðveita somu tæn­astu, um útreiðslurnar bara hækka, meðan inntøkurnar standa í stað.
Tað, sum Kringvarpinum tørvar nú, er ein støðug inn­tøka, sum fylgir infla­tión­ini, so stovnurin ikki skal brúka alla orkuna til fíggjar­viðurskifti, men til frama fyri land og fólk.

Umleggja gjaldið
Um vit vilja hava eitt kring­varp, sum hevur styrkina til at røkja sínar public service skyldur, og sum kann virka sum fjórða statsvaldið, mugu vit finna ein støðugari og meira samhaldsfastan fígg­ingarhátt.
Ein hækking av kring-varps­gjaldinum er ikki ein møguleiki, tí tað er longu í hægra lagi hjá húsarhaldum við lágum og miðal inntøk­um.
Í løtuni rinda øll húski 3.625 krónur áriga í kring­varpsgjaldi. Bæði fólka­pen­sjónistar, stakir uppi­hald­arar, smábarna­familjur, lág­lønt og millióningar. Hetta er ikki bara ein ósolidarisk skipan, hon hevur eisini víst seg at vera trupul at krevja inn.
Tí eiga vit at seta í verk eina skipan, eins og kirkju­skatt­urin leys av fíggjar­lógini, har øll rinda 0,7 pro­sent av síni skattskyldugi inn­tøku, tikið inn umvegis skatta­skipanina. Á hendan hátt fær Kringvarpið áleið 60 milliónir krónur árliga, so stovnurin ikki skal dúvað sítt virksemið upp á lýsingar, eydnuspøl og aðrar óstøðugar inntøkukeldur. Eisini hevði hesin fíggingarháttur fylgt inflatiónini.
Ein tílík skipan hevði verið meira samhaldsføst, og sostatt ein bati hjá teimum mongu, sum ikki fingu lut í flatskattinum. Ein stakur fólkapensjónistur hevði goldið áleið 450 kr. árliga, eitt húsarhald við inntøku á 300.000 kr. hevði goldið 2.100 kr. árliga, meðan eitt húsarhald við einari inntøku á eina millión kr. hevði rindað 7.000 kr. árliga.
Í ár gevur kringvarps­gjald­ið umleið 46 mió. kr., um­framt 6 mió. frá lýsingum og 4 mió. frá spølum, ella 56 mió. kr. árliga til allan raksturin.
Við einari tílíkari kipan fær stovnurin 60 mió. kr. í kringvarpsskatti. Við spølum hevði hetta givið 64 mió. kr. í mun til tær 56 mió. kr. í løtuni. So hetta hevði eisini bøtt munandi um fíggjarstøðuna hjá Kringvarpinum.
Tí eiga vit at umhugsa eina tílíka skipan.

Óheft Kringvarp
Í mun til lýsingar eri eg av teirri fatan, at virksemið hjá Kringvarpinum skal ikki vera bundið av inntøkum frá lýsingum. Fyri tað fyrsta er tað ein óskikkur, at al­menna Kringvarpið liggur í bein­leiðis kapping við pri­vatu miðlarnar. Eisini er tað stak óheppið, at óhefti al­menni miðilin er tengdur av lýs­ingar­­inn­tøkum, sum í prin­sipp­inum kunnu ávirka tann kritiska og óhefta journali­stikkin, sum vit hava so stór­an tørv á.
Um lýsarar ella lýsingar­vinnan kortini ynskja at lýsa í Kringvarpinum, kunnu inn­tøkurnar av hesum fara í ein miðlagrunn, sum allir miðlar, privatir sum almennir, kunnu søkja úr. Eins og Kringvarpið, hava privatir miðlar stóran týdning fyri fólkaræðið, men eisini teir hava verið politiskt forsømdir í mong ár.
Kanska onkur heldur, at Kringvarpið átti at verið fíggjað beinleiðis umvegis skattin. Tað hevði møguliga verið skilagott, men tá hevði stovnurin verið bundin av eini játtan á fíggjarlógini, sum politikarar kunnu broyta ár um ár. Ein hin fremsta upp­gávan hjá Kringvarpinum er at vera vakthundur hjá makthavarunum í sam­felag­num, ikki minst politisku skip­anini. Tað hevði verið ser­stak­liga óheppið, um vakt­­hund­urin á hvørjum ári skuldi vigast og bindast niður at væl­viljanum hjá somu politik­arum.
Í flestu londum kring okk­­­um verður public ser­­vice mett sum ein nátúr­ligur part­ur av einum fólka­ræðis­lig­um samfelag. Með­an málið hjá privatum miðl­um fyrst og fremst er at økja um talið á brúkarum, skal ein public service miðil røkja nakrar sam­­fe­lags­ligar skyldur, so sum at stimbra fólka­ræðis­ligari menn­ing og ment­anar­­ligum margfeldi. Tí er tað av stórum týdningi, at vit varð­veita og hjúkla um okk­ara einasta almenna kring­varp við public ser­vice skyldum – á einum sam­halds­føstum og óheftum grundar­lag.