Høgni Hoydal
Veruleikin er jú, at føroyskt orðabókaarbeiði altíð hevur verið gjørt av sjálvbodnum eldsálum. Alt ov lítið hava vit virt handverkararnar, verkfrøðingarnar, dekkararnar og maskinmeistararnir, ið hava skapt okkum øllum møguleikan at sigla inn í nútímans heimin og út á altjóða mentanarligu høvini á okkara egnu málsligu og mentanarligu skútu. Og alt ov lítið hava vit virt urtagarðsfólkini, ið sáa og taða fyri nýggjum blómum í okkara málsliga urtagarði.
Vit kunnu fara heilt aftur til tey fyrstu, ið savnaðu inn sagnir, kvæði og søgur og skrivaðu orðalistar. Og vit kunnu leita fram til nútímans pionérar frá Christiani, Mads Andriasi, Jóannesi, Jóhan Hendrikki, Hjalmari, Ulf, Sigurði, Turið, André, Johnny, Jonhardi, Anfinni, Zakariasi, Henningi, Gianfranco...og nú havi sjálvsagt lagt onkran burturímillum. Umberi meg fyri tað.
Eg vóni, at avgerð mentamálaráðharrans um at viðurkenna sjálvboðið orðabókaarbeiði, er tekin um, at nú verður veruliga farið undir at stuðla og heiðra okkara orðabókasmiðum.
Eg vóni, at játtanin til orðabókagerð á fíggjarlógini, sum varð munandi hækkað í ár 2000, men sum seinastu árini er skorin niður á bein, verður at vaksa miðvíst aftur.
Eg vóni, at Gianfranco fær boð frá landsstýrinum við ein umbering fyri, at hann varð vístur av landinum og tilboð um at koma aftur at arbeiða víðari.
Eg vóni, at stuðulin til at geva út sjálvboðið orðabókaarbeiði verður styrktur.
Og uttan at seta nakað niður á onnur, so vóni eg at Anfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen, sum seinastu árini sjálvbodnir hava arbeitt fyri sjey og hava ríkað okkum við orðabókum á prenti, á fløgu og við støðugt dagførdum útgávum á alnetinum, verða virdir og eggjaðir við viðurkenning og stuðli.
Málið er ikki bert eitt amboð. Málið er sjálvt portrið inn í heimin, har vit gerast menniskju, læra, skilja og mennast. at gerast menniskja. Í málinum skapast og rúmast virðir og royndir hjá undanfarnum ættarliðum. Og í málinum skapast og rúmast framtíðin.
Tað hevur alla tíð verið og verður altíð eitt stríð, sum ikki gevur peningaligt avkast til ta einstøku eldsálina at menna føroyska málið. Orðabókaarbeiði snýr seg ikki um at varðveita føroyska málið. Tað snýr seg um støðugt og hvønn dag at menna tað og halda tað livandi, so tað kann gerast karmur um allar tættir hjá menniskjum í einum samfelag, sum broytist hvønn dag.
At hava føroyskar orðabøkur beinleiðis úr og í onnur mál, er fortreytin fyri, at føroyskt kann mennast í javnbjóðis samskifti við onnur mál og aðrar mentanir og at vit kunnu vaksa og taka lut í altjóða heiminum.
At vit nú hava hesar samskiftismøguleikarnar millum føroyskt og fleiri heimsmál, hevði neyvan nakar trúð, tá farið varð undir at savna og skriva niður tekstir í 19. øld. Tá roknaðu tær eldsálirnar við, at tær savnaðu inn forminnisgripir, ið skuldu varðveitast á savni.
Í dag stendur okkum og komandi ættarliðum í boði at læra heimsmál og smærri mál gjøgnum føroyskt. Mín vón er, at okkara børn innan næstu 10 árini læra 4-5 heimsmál longu í barnaskúlanum.
At hetta gerst møguligt er ikki einum miðvísum mentanarpolitikki fyri at takka (ongin politiskur flokkur undantikin). Tvørturímóti er tað ímóti øllum forsagnum og ímóti øllum forðingum, at eldsálirnar hava hildið á.
Nú má stundin vera komin at virða tað. Og lat okkum fyri alt í verðini ikki lata eldsálirnar vera fyri mismuni og vanbýti.