Gevur onga meining at halda fram

? Vit hava bara sæð veruleikan í eyguni. Tað førir ongan veg at klórast um minkandi virksemið her á landi. Tí hava vit valt at leggja saman til tess at útnytta kapasitetin, sigur forstjórin í Skipafelagnum Føroyar

? Kappingin herðist so nógv á flutningsøkinum í Føroyum, at tað gevur onga meinging at halda fram á sama hátt. Vit síggja bara veruleikan í eyguni.
Sosleiðis segði Árni Joensen, forstjóri í Skipafelag Føroyar í viðmerking við útvarpið.
Árni Joensen segði, at tað so avgjørt er fyri at spara, at samanleggingin er gjørd. Hann vísti á, at Skipafelagið eitt nú hevur leigað eitt skip, sum siglir so at siga viðsíðuna av skipunum hjá Eimskipum, og at hetta er ein eyðsædd sparing at leggja hetta skipið.
Upp á fyrispurning um Skipafelagið Føroyar nú fer í søguna, segði Árni Joensen, at tað fer gamla skipafelagið ikki.
? Vit vilja bara hava skipað viðurskifti. Felagið heldur fram á sama hátt, við somu deildum og somu leiðslu. Vit fara eisini at fasthalda marknaðarrøkt og kundarøkt. Feløgini fara at virka sum tvey feløg, men fara at útnytta og brúka sama kapasitet, segði hann.
Stjórin á Skipafelagnum Føroyar viðgekk kortini, at tað er við sorgblídni, at ein slík avgerð verður tikin.
? Men vit sum minnast pínufullu avgerðirnar, vit máttu taka í kreppuárunum vilja ikki ígjøgnum hetta einaferð afturat, segði hann við útvarpið.
? Vit eru ikki noyddir til at taka hesa avgerðna, segði hann. ? Vit hava bara sæð í eyguni, at tað førir ongan veg at liggja her og klórast um minkandi virksemið her, segði Árni Joensen, forstjóri í Skipafelagnum Føroyar við útvarpið.