Geysir sær stórar møguleikar í Føroyum

-Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Atlantic Petroleum, og vit síggja fram til at halda fram við hesum samstarvi eitt nú í komandi triðju útbjóðing. Vit meta góðar møguleikar vera fyri at finna olju í føroysku undirgrundini innan nøkur ár. Tað sigur ein av stjórunum í Geysir, Dag O Larsen.

Nú leygaragin hevur føroyska oljufelagið aðalfund. Felagið hevur 10 ár á baki í hesum árinum og vónir og avbjóðingar eru stórar. Ì fleiri ár hevur felagið havt eitt sera gott samstarv við norska oljufelagið Geysir Petroleum, hvørs umboðsmaður í Føroyum er Høgni Mohr. Herfyri vitjaðu umboð fyri Geysir á høvuðsdeildini hjá Atlantic Petroleum í Havn og hjá Jarðfeingi. Eitt teirra var Dag Larsen, stjóri, sum hevur havt høvi at fylgja oljutilgongdini í Føroyum í mong ár, fyrr sum partur av táverandi norska oljufelagnum Saga Petroleum.

 

-Vit hava eitt sera gott samstarv við Atlantic Petroleum, sum enn bara fevnir um Føroyaøkið, men vit vilja fegnir eisini arbeiða saman aðrastaðni. Har vit arbeiða saman nú er m.a. á seismikkøkinum, har báðir partar lata fólk til uppgávurnar.

 

Í dag stendur Geysir sum fyristøðufelag fyri tveimum loyvum á føroyska landgrunninum, loyvi teir fingu í 2. útbjóðing, og har Atlantic Petroleum er partnari. Dag Larsen sigur, at teir síðani tá hava fylgt arbeiðsskránni og savnað inn seismikk. -Í løtuni stríðast vit við at fáa eina nóg góða mynd av undirgrundini. Loyvini liggja á kantinum til basaltið, har basaltið ikki er so tjúkt. –Vit høvdu vónað at kunnað verið lidnir við hetta arbeiði nú, men soleiðis sum støðan er vorðin sær tað út til, at vit mugu taka tvey stig aftur og byrja av eitt sindur av nýggjum. Seismisku dataini vit hava eru í lagi men trupulleikarnir liggja í viðgerðini av teimum. Vit eru ikki nøgdir enn og tí fara vit ígjøgnum tey aftur.

 

Tá øki vórðu boðin út í 2. rundu søktu Geysir og Atlantic Petroleum fyrst og fremst eftir einum øðrum loyvi á landgrunninum, einum øki, sum feløgini kenna væl til frá fyrrverandi seismiskum kanningum hjá fyrrverandi norska oljufelagnum og upprunanum til Geysir, nevniliga Saga Petroleum. Statoil søkti um hetta økið eisini og fekk tað tillutað 100% . Sum skilst finst her eitt sera spennandi prospekt, Durita kallað, sum jarðfrøðingarnir hjá Geysir meta sum eitt tað mest spennandi á landgrunninum. Dag O. Larsen fjalir ikki yvir, at hetta var ynskiloyvið hjá Geysir og Atlantic Petroleum. –Eg eri ikki vísur í, hvat Statoil fer at gera við hetta loyvið, men tað verður spennandi at síggja, eisini nær teir lata upp fyri øðrum feløgunum at farma inn, nú teir eiga 100%.

 

Stjórin í Geysir váttar, at teir eru sinnaðir at farma inn í hetta loyvið hjá Statoil. Rúni Hansen, stjóri í Statoil sigur í eini viðmerking, at tað er rætt, at teir enn eiga 100% í umrødda loyvi. Teir hava so útviklað tað nakað við seismiskum kanningum og fara teir at taka støðu til, hvat víðari skal henda. –Vit skulu til at hyggja at, hvønn veg vit vilja fara, eitt nú í spurninginum um at lata dyrnar upp fyri øðrum feløgum.

 

Nøkur ár ganga áðrenn boring

Men nær koma Geysir og AP til eina niðurstøðu um, at nú er klárt til at bora í tykkara loyvum á landgrunninum spurdu vit Dag Larsen.

 

-Tað fara at ganga eini tvey ár aftrat, áðrenn vit kunnu siga nakað um tað. Og verður avgerð tikin um at bora tá, so ganga aftur nøkur ár til at at fyrireika boring og fáa boripall. Tvs. at tað eftir hesum at døma neyvan verður aktuelt hjá feløgunum at bora á Føroyaøkinum fyrr enn í 2012 ella so. Dag O. Larsen sigur víðari, at teir umhugsa eisini at lata upp fyri øðrum feløgum at farma inn í teirra loyvi, men ikki fyrr enn teir hava fingið betri tulking av teirra seismisku data fara teir at lata upp datarúmið fyri øðrum feløgum. Hann leggur eisini áherðslu á, at skulu teir til at fara undir at bora í slíkum dýpi, so verður neyðugt at fáa onnur størri feløg við.

 

Nú umboð fyri Geysir vitjaðu í Føroyum herfyri var fundur við Atlantic Petroleum um framtíðina og eisini var vitjað á Jarðfeingi, har greitt varð frá trupulleikunum við viðgerðini av seismikkinum.

 

Geysir sera virkið

Geysir hevur nógv heit jørn í eldinum aðrastaðni. Felagið hevur eitt loyvi í donskum øki og er eisini við í einum fundi í Bretlandi. Tey rokna við at framleiða kolvetni móti endanum á 2009. Felagið hevur eisini tvey loyvi í Barentshavinum umframt at felagið hevur søkt um onnur loyvi á norskum øki. Geysir fer eisini at søkja um leitiloyvi í íslendskum øki, tá útbjóðingin fer fram har um eitt ár.

 

Tað er felagið Sagex Petroleum, sum eigur Geysir. Størstu eigararnir eru ein norskur og ein íslendskur íleggari umframt shippingáhugamál. Umleið 32 fólk arbeiða hjá felagnum, sum í dag er eitt oljufelag burturav. Fyrr var tað eisini eitt ráðgevandi felag. Felagið arbeiðir fram ímóti at verða skrásett á børsinum í framtíðini.

 

Stórar vónir

-Eg havi stórar vónir til, at olja verður funnin í Føroyum. Framvegis er leitingin ung og bert fáir brunnar eru boraðir. Vit hava ikki fingið so nógv nýggj datapunkt síðani 2. rundu men nøkur sera positiv eru komin á bretskum øki.

 

-Men boringin higartil hevur bara verið vónbrot!

 

-Brunnarnir, sum boraðir eru, eru spjaddir bæði geologiskt og geografiskt. Tað mugu vit taka hædd fyri.

 

Geysir ætlar sær at søkja um loyvi, tá 3. útbjóðing letur upp og Dag Larsen vónar, at tað eisini verður saman við føroyska felagnum Atlantic Petroleum, sum teir hava havt gott samarbeiði við higartil. Eisini hava teir skrivstovu saman í Havn.

 

-Men hví fara tit ikki heldur saman við onkrum størri felag at bjóða?

 

-Tað verður pláss til fleiri enn tvey feløg í einum slíkum bólki.

 

Atlantic Petroleum heldur sín 10 ára stovningardag í ár og hevur aðalfund leygardagin. Hvat heldur tú um felagið?

 

-Eg haldi at felagið er komið sera langt uppá einans 10 ár. Tað er imponerandi, at felagið hevur fingið eitt so stórt virði á børsinum. AP hevur eina framtíð, sjálvt um eingin framleiðsla hevur verið enn.