Í góðveðrinum seinnapartin setti Víkinga málverjin Geza Turi kós úr Gøtu og suður í høvuðsstaðin. Uppgerðin í kvøld millum Føroyar og Ungarn er nakað heilt serligt fyri hann. Hann hevur síðani 2006 spælt í føroysku kappingini, har hann hevur vart málið hjá GÍ og síðani Víkingi. Harvið kennir hann føroysku spælararnar.
Men tunt er tað blóð, sum ikki er tjykri enn vatn, plagar at verða tikið til. Geza Turi er ættaður úr Ungarn, og hóast hann og familjan nú eru búsett í Gøtu, og børnini ganga í føroyskum skúla og á so mangan hátt eru føroyingar, so vónar Geza Turi, at hansara tjóð fer at vinna, og tað roknar hann við:
-Eg rokni við, at Ungarn fer at vinna 3-0. Ungarn var í síni tíð á tindinum, og nú er liðið á veg upp aftur, eftir at tað leingi hevur verið soltið. Fyri føroyska liðið er tað alt avgerandi, hvussu tað fer at vignast fyrstu løtuna, sigur Geza Turi.
40 ára gamli Víkinga málverjin er ikki hvør sum helst í heimlandinum. Hann var í síni tíð málverji í fleiri av feløgunum í bestu deildini. Eitt nú var hann í 2000-2003 málverji hjá Zalaegerszegi, tá ið hetta liðið var við í europeisku meistarakappingini. Minniligasti dysturin í bólkaspælinum var, tá ið Geza Turi og liðfelagarnir á heimavølli vunnu 1-0 ímóti Manchester United við so kendum spælarum sum Ryan Giggs, Paul Scholes og David Becham.