Í dag klokkan 15.00 verður sendingin Ghetto Føroyar aftur á skránni á Rás2, og hesaferð skal tað snúgva seg um hvat spælir inn, tá ið útisetar velja ella frávelja Føroyar sum bústað.
Seinastu árini hava føroyingar kjakast ógvuliga nógv um teir unga ættarliðið, sum leitar sær út um landoddarnar at lesa, og í summum førum ikki kemur aftur.
Størsti spurningurin í kjakinum hevur altíð verið hvat skal til fyri at tey tíma aftur?
Seinastu tvær vikurnar hava ungmannafelag og samgongulimir eisini kjakast um, at veruleikin í dag er, at tað aftur í ár eru færri fólk í Føroyum, enn tað vóru í fjør.
Løgmaður hevur sligið fast, at størsta málið hjá samgonguni er at skapa fólkavøkstur, og hetta skal gerast við at skapa búskaparvøkstur. Men hvat halda útisetarnir sjálvir um støðuna?
Alt hetta fara føroyingar í Keypmannahavn í dag at kjakast um.
Sendingin Ghetto Føroyar verður klokkan 15.00 17.00, og her fara tríggjar ungar kvinnur at kjakast um hvat skal til fyri at gera Føroyar meira áhugavert at flyta heim aftur til.
Tú kanst luttaka í kjakinum við at skriva viðmerkingar á Ghetto Føroyar síðuna á Facebook.