Sum smátjóð kenna vit føroyingar alt til, at tað er ikki uttan bit og slit, at tær heilt lítlu tjóðirnar sleppa at taka lut í undankappingum til EM og HM. Í 1988 fingu Føroyar loksins limaskap í FIFA og stutt eftir í UEFA, í gjár eydnaðist Kosovo at fáa limaskap í UEFA, og í dag tykist at vera sannlíkt, at eisini Gibraltar fer at fáa limaskap í FIFA.
Les eisini: Kosovo fekk sín limaskap
Í 2013 eydnaðist tað Gibraltar, ið er ein bretsk hálvoyggj, sum er áfast við Spania, at fáa limaskap í UEFA. Tó sýtti FIFA at innlima Gibraltar, tí at Gibraltar ikki er ein sjálvstøðug tjóð.
Altjóða ítróttardómsstólurin, CAS, hevur tó eina aðra áskoðan um málið. Dómsstólurin hevur givið FIFA harraboð um at upptaka Gibraltar, og hetta verður gjørt á ráðstevnu í Meksiko í næstum. Tað váttar FIFA á heimasíðu síni.
Gibraltar luttók á fyrsta sinni í EM-undankappingini, sum endaði í oktober í fjør. Í fyrstu 10 undankappingardystunum tapti Gibraltar alla 10 við málmuninum 2-56.
Gibraltar er als ikki eitt ókent fótbóltslið fyri føroyingar, tí at seinastu árini eru fitt av vinardystum spældir ímillum smátjóðirnar, sum báðar hava tað til felags, at tær eru knýttar at størri londum. Seinasti venjingardysturin ímillum Gibraltar og Føroyar bleiv spældur í 2014, har Føroyar vunnu 4-1.