Giggs iðrar seg um gongdina

Manchester United og Ryan Giggs ætla at vinna bæði Premier League og Champions League hetta kappingarárið, men byrjanin hjá liðnum hevur ikki verið meir enn næstbest.

 

Í vikuskiftinum tveitti liðið eina trygga 3-1 leiðslu fyri borð, og teir fingu bert javnleik 3-3 ímóti Everton. Týskvøldið var eisini talan um eitt lakari avrik ímóti Glasgow Rangers á heimavølli í Champions League-bólkaspælinum. Dysturin endaði við javnleiki 0-0

 

- Tá liðini grava seg niður á Old Trafford plaga vit at finna eina loysn uppá hvussu vit kunnu spæla okkum ígjøgnum verjuna hjá teimum, men tað eydnaðist slettis ikki ímóti Rangers, sigur Ryan Giggs við heimasíðuna hjá Manchester United.

 

Vit sløsaði eisini á útivølli ímóti Everton og Fulham, staðfestir Ryan Giggs. Ímóti Fulham brendi liðið eitt brotsspark, tá liðið var á odda 2-1. Dysturin endaði við javnleiki 2-2.

 

Ryan Giggs heldur, at tað er av alstórum týdningi at fáa eina góða byrjan uppá kappingarárið. - Tey seinnu kappingarárini hava prógvað, at okkum tørvar at fáa eina góða byrjan uppá kappingarárið. Tí er tað ein stórur skaði fyri okkum at missa so nógv stig við kappingarbyrjan, sigur Ryan Giggs við heimasíðuna hjá Manchester United.