Giktafelag Føroya skipar fyri almennum kunningarfundi um gikt í Mentunarhúsinum í Fuglafirði 12. september Samstundis sum hetta skal vera ein kunning um giktasjúkur, og hvussu tað er at liva við gikt, er tiltakið eisini ætlað at vera eitt hugnaligt kvøld við sangi og møguleika fyri práti við einum drekkamunni, skrivar Giktafelagið í tíðindaskrivi.
Kvøldið byrjar við, at Mathilda Abrahamsen, næstformaður í Giktafelagnum, bjóðar øllum vælkomnum. Síðan fara átta sangarar úr Fuglafirði at syngja, og eftir tað kemur komandi giktalækni, Pero Zoré, at halda fyrilestur um giktasjúkur, sum hann nevnir: »Polyartritis og funktionelle lidelser«. Aftan á fyrilesturin verður høvi at seta honum spurningar.
Síðani verður ein steðgur, so at fólk kunnu fáa sær ein drekkamunn og práta saman. Eftir steðgin fara Eydna Fosaa og Randi Nolsøe at greiða frá, hvussu tað er at liva við giktasjúku.
Eydna Fosaa um at liva við pínu, og Randi Nolsøe um gikt og kost. Tað verður eisini høvi til at seta teimum báðum spurningar.
Alt tiltakið, sum altso verður 12. september klokkan 19.30, er ókeypis, og øll eru vælkomin.