Giljagarður fingið lands­lækna­góð­kenning

- Tær mannagongdir, sum skuldu betrast, eru nú í lagi, og krøvini til heilsufakliga skjalfesting eru uppfylt

 

Landslæknin var aftur á eftirlitsvitjan á Giljagarði hin 6. mai, og Giljagarður er eldrasambýlið í Leirvík, sum er partur av eldrasamstarvinum, Nánd.

 

- Niðurstøðan var, at tær mannagongdir, sum sambært fyrru eftirlitunum skuldu betrast, nú vóru í lagi og settar í verk, og at krøvini til heilsufakliga skjalfesting eru uppfylt.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

 

- Nánd fegnast um læringina í hesi tilgongd og takkar øllum starvfólkunum fyri ta orku, tey leggja í arbeiðið fyri, at borgarar og búfólk skulu hava tað gott, verður lagt aftrat.

 

Øll frágreiðingin um eftirlitsvitjanina hjá landslæknanum kann lesast um eina leinkju, sum liggur á heimasíðuni hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo