Gilli Rólantsson hevur í dag fingið sjúkueyðkenni, sum kunnu setast í samband við koronusamittuna. Føroyski landsliðsspælarin er í løtuni avbyrgdur og hevur lættari andatrongd.
- Gilli hevur verið í sóttarhaldi seinastu vikuna, tí hann hevur verið í tøttum sambandi við ein persón, sum hevur koronasmittuna. Nú hevur hann fingið lættari andatrongd og er avbyrgdur, sigur læknin hjá Brann, Magnus Myntevik, og leggur afturat:
- Gilli hevur ikki verið í sambandi við nakran av spælarum, og hevur heldur ikki verið á leikvøllinum. Vit koma við eini dagføring seinni, sigur Magnus Myntevik.
Føroyski landsliðsspælarin hevur boðað frá, at hann ikki ynskir at úttala seg um íkomu støðuna. Hetta boðar Brann frá á heimasíðuni hjá felagnum.