Gilli Sørensen hevur havt tað trupulut í AaB, síðan hann fyri hálvum øðrum ári síðani skifti til Superliga felagið. Farna vikuskiftið bragdaði endiliga, tá hann fekk møguleikan í bestu deildini, har hann hegnisliga legði upp til mál í 3-0 sigrinum á Sønderjyske.
Les eisini: Debut og upplegg frá Gilla
Fleiri feløg hava víst áhuga fyri at leiga Gilla, men AaB hevur noktað hvørja ferð, hóast Gilli ikki hevur verið í hópinum hjá besta liðnum.
- Støðan er í løtuni, at teir vilja ikki útleiga meg. Ítróttarstjórin, Allan Gaarde, vil hava meg her, sigur Gilli í samrøðu við in.fo.
Venjarabroyting kann broyta fortreytirnar
AaB stendur í løtuni frammanfyri einum venjaraskifti. Núverandi venjarin, Kent Nielsen, heldur ikki fram eftir summarsteðgin. Nýggjur venjari verður Lars Søndergaard.
- Tað gongur gott í løtuni, alt gongur mín veg. Tað virkar sum um eg fekk eitt “kick”, tá eg spældi ímóti Romania við landsliðnum. Eg havi trena sum aldrin fyrr seinastu vikurnar og spælt ótrúliga væl á eykaliðnum, sigur Gilli Sørensen.
Gilli hevur bíðað leingi eftir møguleikanum í Superliguni. Hann hevur spælt í steypakappingini og í venjingarkappingum, men tað hevur verið smáligt við møguleikum í Superliguni.
- Eg fái løn fyri góða og nógva arbeiði hja mær Og so er tað eisini lekkurt, at koma inn í Superliguni, leggu upp til eitt mál og fáa rós frá venjarinum aftaná, sigur Gilli Sørensen, ið noktar at geva skarvin yvir, hóast tað til tíðir hevur sæð illa út.
- Eg fari at gera alt eg yvirhøvur kann, fyri at fáa nýggjan sáttmála við Aab. Tað ber til, um eg vil tað nokk, siga Allan Gaarde, Allan Kuhn og teir í Aab. So alt í alt, so teir trúgva uppá meg her, sigur Gilli Sørensen at enda.
Gilli Sørensen hevur spælt fýra landsdystir fyri Føroyar.