Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen fóru allan vegin til Trøndelag at spæla ímóti Ranheim til onga nyttu.
Dysturin millum Ranheim og Brann Bergen skuldi verða startskotið til kappingarárið í bestu norsku fótbóltsdeildini, men veðurumstøðurnar vildu tað øðrvísi.
Lars Arne Nilssen, venjari hjá Brann Bergen er samdur við dómaranum, at tað var vandamikið við trygdini hjá spælarunum at spæla ein dyst á einum íshálum vølli, og hann stuðlar avgerðini hjá dómaranum. Lars Arne Nilssen hevði tó ynskt, at avgerðin um at avlýsa dystin var tikin væl fyrr.
Baksíðan er tó, at Brann Bergen kom til Tróndheim longu hósdagin fyri at kunna verða væl fyrireikaðir til dystin, og tað er eitt vónbrot fyri hópin hjá Brann Bergen.
Komandi leygardag hevur Brann Bergen heimadyst ímóti Bodø/Glimt á Brann leikvøllinum í Bergen.
Í Noregi óttast tey, at fleiri fótbóltsdystir verða avlýstir vegna veður í morgin, og tað kemur tíðliga upp í røkur við nógvum avlýstum dystum í bestu norsku fótbóltsdeildini.